Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 26 verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2018. Tilsamans eru 7.435.173 krónur latnar í stuðli, har av 5.587.856 eru til nýggjar verkætlanir, ið eru nítjan í tali, meðan framhaldandi játtan er latin sjey verkætlanum, ið samanlagt fáa 1.847.317 krónur í stuðli. Tað skrivar Granskingarráðið.
Hugurin til at granska innan fiskivinnuna tykist at vera stórur, tí Fiskimálaráðið fekk 41 umsóknir um stuðul, og var stuðul sostatt játtaður til 63 prosent av umsóknunum.
Upplýst verður, at samlaði kostnaðurin av verkætlanunum, sum eru stuðlaðar, er væl hægri enn játtaði stuðulin, tí krav er um viðfígging.
Til ber at síggja hvørjar verkætlanir fingu játtan við at trýsta á her.