Fiskimálaráðið á gomlum gøtum

Fiskimálaráðið er nú um at vera aftur har, sum Fiskimálaráðið var fyrr.

Til fyri nøkrum árum síðan helt Fiskimálaráðið til Yviri við Strond, í tí bygninginum, har Løgreglan heldur til í dag. Men tá blámusoppur var staðfestur í tí bygninginum, flutti Fiskimálaráðið fyrst niðan á Háls og seinni oman í Bókbindaragøtu, har ráðið síðan hevur hildið til.

Men í dag veit Kringvarp.fo at siga frá, at Fiskimálaráðið aftur skal flyta.

Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya hevur tosað við Jacob Vestergaard, sum veit at siga, at hølini Yviri við Strond eru betur egnað til virksemið hjá Fiskimálaráðnum, umframt at húsaleigan er lægri.

Tað skemtiliga er so, at nýggi bústaðurin hjá Fiskimálaráðnum er grannabygningurin til tann bygningin, sum ráðið flutti úr fyri nøkrum árum síðan. Tí kann kanska vera loyvt at vóna, at ringurin hjá ráðnum endar við hesari seinastu flytingini.

Nýggi bústaðurin hjá Fiskimálaráðnum er har, sum Landsbanki Føroya var til hann var avtikin 1. apríl í ár.

Myndatekstur: Tað er hesin bygningurin, sum framyvir verður bústaður hjá Fiskimálaráðnum. Nýggi bygningurin er bygdur fastur í tann bygningin, har ráðið helt til fyri nøkrum árum síðan.