Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av, at Fiskimálaráðið kærir ikki dómin í Jógvan S málinum, sum Føroya Rættur feldi, fyri landsrættin.
Tað hevur samstundis við sær, at hann góðtekur, at Fiskimálaráðið fær eitt endurgjaldskrav frá reiðarínum hjá Jógvani S. Talan kann gerast um eitt krav upp á milliónir, alt eftir, hvussu nógv útrokningar fara at vísa, at skipið hevur mist í inntøku, meðan tað hevur ligið við bryggju.
Tó minkar kravið nakað av, at Skørin, sum reiðaríið eisini eigur, hevur verið til fiskiskap hesa tíðina, Jógvan S hevur ligið. Løgfrøðingar hjá Fiskimálaráðnum gjørdu reiðaran varugan við, tá tað kom fram, at endurgjald fór at verða kravt, at reiðaríið hevði skyldu at senda Skørina til fiskiskap fyri á tann hátt at minka endurgjaldskravið sum mest. Tað, sum Skørin hevur vunnið hesa tíðina, skal so dragast frá tí, roknað verður við, at Jógva S kundi havt fingið.
Dómurin hjá Føroya Rætti er sera greiður, og tað hevur líkasum ligið í kortunum, at landsstýrismaðurin ikki fór at kæra hann víðari.
Tað staðfestir Bjrøn Kalsø, landsstýrismaður, so í tíðindaskrivi, sum sent er tann 13. apríl, har hann vísir til sera greiða dómin í Føroya Rætti.
Bjørn Kalsø hevur sagt restini av landsstýrinum frá støðu síni á landsstýrisfundi týsdagin, og hevur fingið fullan stuðul frá hinum landsstýrismonnunum fyri avgerð síni, sigur hann í tíðindaskrivinum.