Bæði vinna og serfrøði eru so at siga samd um, at politiska skipanin má gera rættingar í fiskidagaskipanini, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, vil bert siga, at tað verður arbeitt við málinum.
Um hugsanina hjá Auðunn Konráðsson, formanni í meginfelag útróðrarmanna, sum í tíðindunum á Rás2 í gjár, staðfesti, at tað kann geva teimum, sum liva av fiskivinnum trupulleikar, at hvør fjøl fer á flot, tá nakað er at fáa, og hugsanina hjá Viberg Sørensen, formanni í Reiðarafelagnum, sum merkir, at dagarnir hjá bátunum undir 15 tons mugu skerjast.
Umframt spurnarteknið á heimasíðuni hjá reiðarafelagnum, um tað er rætt, at tað er so rúmsátt í tí bólkinum, at hvør maður kann fara á flot hvørja ferð stovnurin kemur fyri seg, sigur Jacob Vestergaard, at hann illa dugir at ímynda sær, at tey, sum partvíst hava vinnuveg at fara til útróðrar, skulu missa hendan rættin.
– Eg havi sagt, at í Føroyum eigur mann at sleppa á flot, sigur Jacob Vestergaard, men viðgongur, at tað eisini verður hugt uppá, hvussu hetta skal skipast.
Vil stongja øki
– Vit arbeiða við ymiskum møguleikum, og ein er at stongja ymisk øki, har smáfiskur er. Ongin er heldur áhugaður at fiska gillur, sigur landsstýrismaðurin.
Hetta kann setast útsagnir frá Havstovuni, sum vísir á, at nógvur smátoskur verður tikin við Føroyar.
Hinvegin heldur landsstýrismaðurin, at smáu bátarnir hava lítla ávirkan á hýsuna og vísir til hagtølini seinastu árini.
– Tað eru línuskipini, sum fara við mestu hýsuni, sigur Jacob Vestergaard.