Men ístaðin fyri Vimmelskaftet og Rådhuspladsen, so er hvør einstakur teigur í hesum spæli býttur um við skipini í teimum ymsu skipabólkunum. Sum ein annar havsins harri, situr hann og telvar við seg sjálvan úti í fiskimálaráðnum og lutar út fólksins ogn, sum hann finnur tað fyri gott.
Í staðin fyri at umsita tær lógir, sum løgtingið hevur samtykt, so setur hann teigar av í sínum margháttliga matadorspæli, har brot á lógina ikki viðførir sekt hjá einstøkum fiskiførum, meðan onnur fiskifør verða sektaði sambært galdandi lógum.
Sami fiskimálaráðharri reypaði óført í vár um, at hann var garantur fyri, at nýtt havrannsóknarskip skuldi byggjast her og nú. Og tað skuldi millum annað fíggjast við einum kilogjaldi av tí nøgd av makreli, ið móttøkuskip keyptu á fiskifeltinum. Sjálvt um hann var vitandi um, at gjaldið sum hann sjálvur setti upp á 2 kr. kilo hevði ta avleiðing, at eingin áhugi gjørdist at keypa makrelin á fiskifeltinum, so er støðan í dag kanska hon, at fiskimálaráðharrin beinleiðis hevur ábyrgdina av, at kvotan ikki verður uppfiska í ár.
Samstundis kveistraði hann allar ivaspurningar til viks, tá menn vóru í iva um kvotan fekst til høldar, tá eingi móttøkuskip vóru á feltinum. Tað var ov mikið av móttøkuorku á landi at taka ímóti allari kvotuni, segði sami maður.
Maka til træknív og betrivitandi fiskimálaráðharra skal ein leita leingi eftir, um hann yvurhøvur finnst nakra staðni. Og nú havrannsóknarskipið er við at fara aftur í ommu sína, og Magnus Heinason ikki hevur fígging til at røkja sínar altjóða skyldur, ímillun annað yvirlitstrolingar, ja nú er hann ikki so kjaftbr..... longur, men hevur hug at leggja ábyrgdina á aðrar herðar.
Hvat nú um veðurumstøðurnar versna, og hann legst við eystur- ella høgættarvindi, sum sambært teimum, sum reka hesa vinnu ikki er gott fyri fiskiskapin, sjálvsagt nakað, sum eingin vónar. Og hvat siga Noreg og ES, um vit ikki klára at fáa makrelkvotuna til høldar, og hvør hevur tá ábyrgd av tí gølu, ið kann standast av hesum?
Tað hoyrdist, at løgmaður hevði skorið í gjøgnum og kravdi av Fólkaflokkinum, at eitt tilfeingisgjald varð lagt á makrelfiskiskapin, ið skuldi geva landskassanum 128 milliónir krónur, um eg minnist rætt. Men 80 millión gjørdist endaliga krav løgmans. Men sum ikki einaferð so lumpar tann klóki tann minna klóka, og so naivur sum løgmaður er, so hevur hann helst ikki enn funnið út av, at tað ongantíð var ætlan Fólkafloksins, at nøkur króna skuldi í landskassan av tilfeingissemjuni flokkanna millum. Tað sigst eisini, at fólkafloksmenn flentu í kýkið, tá løgmaður fór niður og kom aftur av sum av torvheiðum við ongum blokki. Ja, mangt er, so segði Kjartan.










