Fiskimálaráðharrin sjey mánaðar at gera eina kunngerð

Frank Davidsen
----

Sami landsstyrismaður hevði sum øll vita eitt hálvt ár saman við einum makrelbólki, áðrenn hann kom út við eini vitleysari nakrelloysn fyri fiskiskapin fyri 2012. Sjálvt um hann alment segði, at tey sum fingu loyvi til henda fiskiskap, vóru egnaði at fiska sína kvotu, og tað eingin keyp og søla kom at fara fram í makrelfiskiskapinum, so gjørdist støðan einn onnur. Hann tambaði lógina soleiðis, at tað gjørdist ein sannur hurlivasi, har línuskip vóru keypt og seld , og harvið skiftu eigara innan fyri sutt tíðarbil. Úrsliti gjørdist, at advokatarnir í gjøgnum skrásetingina tjentu stórar upphæddir, meðan línuflotin varð liggjandi við bryggju. Hevði henda handfaring av hesum málið farið fram í øðrum landið, hevði landsstyrismanninum neyvan verið lív laga politiskt. Men hvat, tað tykjist sum fiskimálaráðharrin ikki bert roynur at tamba lógarinnar karm, nei, henn smæðist heldur ikki fyri fyrilitarleyst at seta seg oman fyri lógtingi, tað lóggevandi valdið.
Tað gjørdi hann her fyri, tá meirilutin í, ella møguliga ein samd uttanlandanevnd, fráráddi honum, at hækka sildakvotuna. Helst er uttanlandanevndin har flokkanir ið stuðla fiskimálaráðharranum við at finna út av, at fiskimálaráðharrin við tí makt hann hevur givið sær sjálvum, nú í síni maktgirnd,er við at missa tamarhaldi á sær sjálvum.
Avleiðingarnar av hesum kunna gerast so ógvusligar fyri okkara samfelag, at tað vendist ikki aftur, soleiðis kunna vit í ringasta føri kunna missa alla okkara kvotu í Barentshavinum. Eins og okkara alivinna sum er í heimsflokki, við eini bjartari framtíð, eisini kann koma at bøta fyri , at vit í dag hava fiskimálaráðharra, sum gongur í móti øllum sakligum tilráðingum, bæði politiskt, eins og vinnuni.
Sjálvt um Fiskivinnuráðið frámælti hvussu fiskiskapurin við Flemmings Cap skuldi skipast, so var fiskimálaráðharrin ikki til at vika. Fiskimálaráðharrin hevði jú ligið á hesum eggi í samfullar 7 mánaðar, har hann hesa tíðina meðan eggi, sum hann sjálvur heldur seg eiga, hevði búnast, so skuldi eingin politiskur meiriluti í uttanlandanevndini vágar sær at koma nær politiska egginum tá tað er brosti fyri nev.
Hevði samgongan havt ein løgmann við tign eins og tyngd,so høvdu bæði fiskimálaráðharrin eins og fíggjarmálaráðharrin verið politiskt skerdir í ólukkumát. Í staðin fyri, so hava hesir garparnir, sum ikki sørt minna um hvønn annan, havt politisku stýringina í Tinganesi frá fyrsta degi av. At Jørgin setti Jákup Mikkelsen eitt stutt tíðarskeið sum fiskimálaráðharra, var tað reina bluff, eitt bluff sum Jákup Mikkelsen átti at kunna gjøgnumskoða, so royndur hann var í politikki, eins og hann kendi politiska snidlingin Jørgin Niclasen so sera væl. Tí uttan Jákup Vestergaard so hevði Fíggjarmálaráðharrin ikki havt tað politiska vald hann hevur í Tinganesi í dag.
Meðan poltiska spælið hjá fólkaflokkinum heldur fram sita sambandmenn og pippa sum hesir smáu kanariufuglarnir. Men við løgmanni í fólkaflokksleypinum kunna Alfred Olsen og aðrir pippa so gali teir vilja. Løgmaður er nokk so líkur " Keisaranum " har hann dag og dagliga speglar sær politiskt, men politiskt er hann spillnakin, væl og virðiliga latin úr av sterku monnunum úr fólkaflokkinum.
Skilamaðurin Alfred Olsen hevur verið alment frammi við, at eigarar línuskipi fyri hálvum ári síðan søktu fiskimálaráðið um, at keypa fáa innflutningsloyvi til ein frystilínubát, samstundis sum tveir av teirra gomlu línubátum samstundis fóru úr línuflotanum. Er tað satt, so er gátan loyst. Í staðin fyri at byrja uppá at nýtímansgerða línuflotan, og geva hesum monnum loyvi til at innflyta ein frystilínubát, so hevur fiskimálaráðið og fiskimálaráðharrin ligið á hesum loyvi í eitt hálvt ár. Hervið er sjálvur fiskimálaráðharrin við til at sabotera eina nýðtímansgerð av fiskiflotanum á nærleiðum , samstundis sum hann grætur rossatár yvur støðuna hjá okkara heimaflota.
Samstundis vísur hetta at sambandsflokkurin og fólkaflokkurin í 7 mánaðar hava havt eitt politiskt stríð, ið enn liggur sum ein óloystur spurningur, samstundis sum onnur skip hava havt rokfiskarí í fleiri mánaðar á Flemmings Cap. Jú, hetta eru somu menn sum bjóða andstøðuni til samráðingar um ein nyggjan framtíðar fiskivinnureform, álvaratos.
Nú roynur fiskimálaráðharrin at gera seg til offur, og leggur upp til at hansara umsiting verður løgd undir korruptión, so snyr hetta seg um at flyta fokus. Havi sjálvur ongantíð hoyrt nakran politikkara
lagt starvsfólki í fiskimáláráði undir nakað óregluligt. Hin vegin hava politikkarar úr flestu flokkum sagt, at tað er ein politiskt sjúk fiskivinnuskipan vit hava í løtuni. Og er tað nakar sum hevur fingið hesa skipan til at eskalera, so er tað sitandi fiskimálaraðharri.
Tá tað er sagt,so kann eg persónliga ikki annað enn frøðast, at nakrir molar av " Keisarans" borðið hesaferð fullu Brestir og Vesturleika í lut. Samstundis ynski eg teimun alt tað besta og blíðan byrð yvur hav, og má tað gangast teimun væl, við góðum fiskiskapi, tá teir koma á fiskileið.