Tjóðveldisflokkurin hevði í morgun boðið til tíðindafund á Gamla apoteki, har uppskotið um at selja fiskiloyvi á uppboðið varð lagt fram.
Í stuttum snýr uppskotið seg um, at verandi fiskidagaskipan skal avtakast, og í staðin skulu fiskiloyvini seljast á uppsølu - eini Tilfeingisbúð, sum Tjóðveldisflokkurin rópar tað.
At siga seljast er kanska at taka munnin ov fullan, tí uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum er, at fiskiloyvini skulu kunna keypast í eitt avmarkað tíðarskeið. Tá tað tíðarskeiðið er runnið verða loyvini tikin aftur og bjóðaði út av nýggjum.
Sambært Tjóðveldisflokkinum verður henda skipanin rættvís, sjálvregulerandi, trygg og varðandi fyri vinnuna. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, segði enn tá, at uppskotið um nýggju skipanina er genialt.
Við nýggja uppskotinum førir tú tilfeingið aftur til fólkið, samstundis sum tú liberaliserar vinnuna, staðfesti Tórbjørn Jacobsen, framsøgumaður Tjóðveldisfloksins.
Útjaðarin styrkjast
Atfinningarsamar røddir hava fyrr í vikuni verið frammi og funnist at uppskotinum frá Tjóðveldisflokkinum. Millum annað Henrik Old úr Javnaðarflokkinum hevur sagt, at ein uppboðssøla av loyvunum fór at føra til miðsavnan og at tað fór at taka grundarlagið undan teimum smáu.
Men sambært Tjóðveldisflokkinum, so er tað ongin vandi fyri at so verður:
- Tað er verandi skipan, sum fer illa við útjaðaranum, men hetta uppskotið fer at skapa javnvág og tryggjar, at øll kunnu bjóða á jøvnum føti, segði framsøgumaður Tjóðveldisfloksins.
Stóri spurningurin er so, um uppboðsølan fer at hava við sær, at tað bara verður tann hægst bjóðandi, sum fer at strúka avstað við øllum loyvunum? - Nei, soleiðis fer tað ikki at vera. Øll boðini, sum koma inn verða viðgjørd á sama hátt. Tey verða øll tald saman, og tey, sum so hava eitt boð, ið er omanfyri miðal fáa fiskiloyvi útflýggjað, greiddi Høgni Hoydal frá.
Sambært Tjóðveldisflokkinum verður tað í nýggju skipanini vinnan sjálv, sum tryggjar prísin, og at fiskiloyvini ikki verða seld fyri ovurhonds stórar prísir, sum vit hava sæð seinastu tíðina. Allir føroyingar skulu kunna bjóða upp á fiskiloyvini, og harvið verða tað marknaðarkreftirnar, sum aftur tryggja prísin á loyvunum.
Uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum leggur upp til, at vit varðveita somu bólkar, sum vit hava í dag. Bólkur 1 og 2 skulu tó hava møguleika at bjóða upp á somu dagar, meðan bólkur 5 verður hildin uttanfyri.
Loyvini, sum bjóðað verður uppá, verða bara givin í eitt avmarkað tíðarskeið, men hvør er orsøkin til hetta?
- Tíðarskeiðini loyvini vara er treytað av, hvør bólkurin er, men felagsendamálið við loyvunum má vera at hava so stutt tíðarskeið sum møguligt, tí so verða tey oftari bjóðað út, og harvið verður dynamikkurin størri, segði Høgni Hoydal á Gamla apoteki í morgun.
10 ára skiftistíð
Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at leggja uppskotið fram fyri tingið á ólavsøku. Men longu áðrenn uppskotið var almanna kunngjørt í morgun, høvdu umboð fyri allar samgonguflokkarnar ført fram, at teir ikki fara at taka undir við einum uppskotið um uppboðsølu av loyvum.
Og Tjóðveldisflokkurin ásannar eisini, at tað ikki ber til at innføra nýggju skipanina frá degi til dags. Tí er tað teirra uppskot, at verandi skipan skal avtakast og nýggja skipanin skal innførast yvir eitt tíggju ára tíðarskeið.
- Sambært lóggávuni kunnu loyvini takast aftur, uttan nakað endurgjald, men vit eru greið yvir, at nógv feløg hava gjørt stórar íløgur og tí er tað, at vit skjóta upp at taka 10% av fiskirættindunum aftur árliga í eitt 10 ára tíðarskeið, vísti Tjóðveldisflokkurin á.
Afturtiknu fiskirættindini eru so tey, sum allir føroyingar kunnu bjóða uppá.