Fiskiloyvi fyri 2020 verða nú útskrivað

Starvsfólk á Vørn útskriva í dag og mánadagin fiskiloyvi fyri 2020. Byrjað verður við fiskiloyvum til fiskifør, ið eru undir fiskidagaskipan

Talan er um nógvar umsóknir, sum skulu viðgerast og tí er ringt at siga, hvussu nógv loyvi verða útskrivað, áðrenn mánadagurin er liðugur, sigur Vørn.

Týsdagin 31. desember 2019 og nýggjársdag 1. januar 2020 er skrivstovan hjá Vørn stongd. Tá verða eingi loyvi útskrivað.

Loyvi til fiskiskap, ið verður skipaður við kunngerð, verða ikki skrivað út, fyrrenn viðkomandi kunngerðir eru lýstar, boðar Vørn frá.