Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Ein seinasta roynd at greiða Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, frá, hvussu og hví
avgreiðslugjøldini fyri fiskiloyvi og avhending av fiskidøgum og kvotum eru ásett
júst, sum tey eru
Fari fyrst at takka fyri, at Kári P. Højgaard í grein síni í bløðunum undir yvirskriftini
Viðmerking til svar frá Bjørn Kalsø nú viðgongur, at landsstyrismaðurin í
fiskivinnumálum í lóg hevur fingið heimild frá Løgtinginum at krevja inn
avgreiðslugjøld fyri fiskiloyvi og avhending av fiskidøgum og kvotum. Nú verður,
sum rætt er, einki nevnt um avgerðir, ið formelt stríða ímóti styrisskipanarlógini og
lógini um vinnuligan fiskiskap.
Soleiðis sum eg skilji viðmerkingina, viðvíkur ónøgdin hjá Kára P. Højgaard nú, at
allir báta- og skipabólkar gjalda somu upphædd fyri somu tænastu. Hví so er, gjørdi
eg eina roynd at greiða frá í fyrra svari mínum. Avgjald ella eykaskatt. Hetta varð
m.a gjørt við at lysa nøkur dømi, fyri at ítøkiliggera munin a avgreiðslugjøldum og
avgjøldum ella skatti.
Avgreiðslugjøld verða, sum Kári P. Højgaard nú eisini nevnir í síni viðmerking, kravd
við hvørja avgreiðslu. Hetta verður gjørt uttan mun til, hvussu langt tíðarbilið er
millum avgreiðslurnar. Góð dømi um hetta eru pass, koyrikort, nummarspjøldur á
bilin, tá loyvi skal fáast frá djóralækna at flyta seyð í aðra oyggj (ikki
flutningskostnað, sum Kári P. Højgaard sipar til, tá hann samanber seyðin og kúnna)
og avgreiðslugjøld, sum peningastovnar krevja fyri teirra tænastur til kundan.
Fiskiloyvi verða sambært lóg útskrivað á hvørjum ári, tí verður avgreiðslugjald fyri
fiskiloyvi eisini kravt árliga. Avgreiðslugjald fyri avhending av fiskidøgum og
kvotum verður bert kravt, um ynski er um at flyta fiskidagar ella kvotur.
Enn einaferð fylist Kári P. Højgaard á, at brúkari og politiska skipanin ikki eru hoyrd í
sambandi við avgreiðslugjaldið. Í tí spurninginum eri eg als ikki samdur.
Gjaldið er ásett í kunngerð, sum hevur heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Nevnda lóg er samtykt í Løgtinginum, sum er okkara hægsta politiska skipan.
Kunngerðin hevur verið til hoyringar í Fiskivinnuráðnum, ið er umboðað av
brúkaranum. Kunnað verður somuleiðis um allar kunngerðir í landsstyrinum. Kann
eisini endurtaka, at væntaðu inntøkurnar av nevnda avgreiðslugjaldi standa á samtyktu
fíggjarlógini fyri 2006. Fíggjarlógin verður á hvørjum ári viðgjørd av Løgtingsins
Fíggjarnevnd, har Kári P. Højgaard er limur, og tí átti at kent til málið. Parturin av
figgjarlógini, sum umfatar fiskivinnumál verður eisini viðgjørdur av Løgtingsins
Vinnunevnd. Og afturat hesum kann vísast á tríggjar viðgerðir á Føroya Løgtingi av
figgjarlógini.
Skal tó leggja afturat í hesum sambandi, at eitt er at verða hoyrdur, annað er at vera
samdur.
Fari at enda við at svara spurninginum, ið Kári P. Højgaard nevnir høvuðsboðskapin í
fyrra lesarabrævi sínum. Spurningurin er, Hvat skal útróðrarmaðurin í veruleikanum
gjalda fyri?
Kostnaður:
Avgreiðslugjaldið fer til lønarkostnað, telefon, skrivstovuútgerð, el, hita og
teldutænastur, ið standast av arbeiðinum at avgreiða fiskiloyvi og avhending av
fiskidøgum og kvotum. Ein meting, sum er gjørd av Fiskivinnustovuni og
Fiskiveiðieftirlitinum liggur sum grund fyri ásetanini. Eins og alt
fíggjarlógaruppskotið byggir á metingar fyri tað komandi árið, so byggir hetta gjald
sum sagt eisini á metingar av kostnaðinum. Veruliga kostnaðin kunna vit bert
staðfesta, tá viðkomandi fíggjarár er endað. Tó skal eg viðmerkja, at henda avgreiðsla
verður gjørd saman við øðrum uppgávum á stovninum og verður tí kostnaðurin av
hesum ikki bókaður serskilt.
Árligi kostnaðurin tilsamans av hesi tænastu verður mettur til 662.500,- kr.
Inntøkur:
Útrokningar, gjørdar í Fiskimálaráðnum, vísa, at 1.133 fiskiloyvir verða útskrivað
komandi fiskiár, og mett verður, at 120 váttanir verða givnar í sambandi við
avhending av fiskidøgum og kvotum. Tilsamans verður inntøkan av hesum harvið:
1.133 x 500,- kr. = 566.500,- kr.
120 x 800,- kr. = 96.000,- kr.
Inntøka tilsamans: 662.500,- kr.