Øll tey fiskiloyvi, sum eru ivasom eru útskrivað til fólkafloksmenn, og er hettar fólkaflokspolitikkur, tá ið hann er bestur. Fólkaflokkurin vil hava lógina um vinnuligan fiskiskap so fløkta sum møguligt, so at teir kunnu kroysta loyvi ígjøgnum skipanina til teirra viðhaldsfólk.
Líka frá tí, at tunfiskaloyvini blivu útskrivað, til nú, er eftir mínum tykki nøkur óreglulig loyvi givin og eru tey øll somul givin til fólkafloksviðhaldsfólk.
Tvey tunfiskaloyvi fyri at stilla upp fyri Fólkaflokkin, eitt annað vestureftir uppá somu treytir, størsta línuskip í føroyska fiskiflotanum kom eisini vestureftir uppá somu treytir, onkur trolari aðrastaðni eisini. Nú er tað so Jógvan S., sum skal dragast ígjøgnum fløkjuna. Hvør verður so næsti fólkafloksmaður, sum skal dragast ígjøgnum fløkjuna fyri at fáa eitt fiskiloyvi?
Um fiskivinnupolitikkur Fólkafloksins bleiv praktiseraður aðrastaðni, til dømis á Sicilien bleiv tað rópt fyri nakað sum mafiapolitikkur.
Málið við Jógvan S. verður neyvan tað seinasta, ið landsstýrismálanevndin kemur at viðgera, um Fólkaflokkurin framhaldandi kemur at sita við fiskivinnumálum.