Fiskikongar í Havn

Skúlabørnini í Sankta Frans Skúla eru fiskikongar í Havnini.

Tað er geritt, eftir allir 6. flokkarnir í Havn hava verið í fjørðinum við sluppini Westward Ho.

 

Tann flokkur, ið fiskaði mest, var tað 6. b í Sankta Frans skúla, tey fingu 81 fiskar, meginparturin var góður toskur.

 

Og í morgun var sjálvur borgarstjórin komin á gátt í skúlanum at handa teimum steyp fyri avrikið.

 

Endamálið við túrinum “Á flot við Westward Ho” er, at næmingarnir í hesum aldursbólki fáa samband við sjógvin, fáa høvi at royna seg á sluppdekki og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot.

Samstundis eru nbæmingarnir við til at blóðga, kryvja og annars hagreiða fiskin, tey sjálvi hava fiskað.

 

Hetta er fimta árið, at fiskitúrurin er skipaður sum ein kapping, sigur Tórshavnar Býráð.

 

Á myndini eru næmingarnir við steypinum. Vinstrumegin er lærarin, Ragnar Simonsen og høgrumegin flokslærarin, Tórunn S. Joensen, sum bæði vóru við í tiltakinum.