Fiskikappingin byrjar í kvøld

Fiskikapping verður á Eiðisvatni í dag, fríggjadagin 8. juli. Byrjað verður klokkan 18 í kvøld, og sjálv kappingin endar í morgin, leygardagin 9. juli klokkan 17.

Klokkan 17 leygardagin koma tey, sum hava fiskað, við sínum fongi - og so verður vigað. Vinnararnir verða kunngjørdir undir felagssanginum.

Og felagssangur verður klokkan 21, har Saggi og Árni spæla undir, og Annsy Høghamar, sum er ættað av Eiði, men býr í Havn, fer at halda røðu.

Tey, sum hava hug at verða við í fiskikappingini, kunnu keypa agn og fiskireiðskap á staðnum, og eisini er gott

pláss at tjalda, eins og pláss er fyri húsvognum.

Kostnaðurin fyri børn millum 7 og 17 ár er 50 krónur, og vaksin 18 ár og eldri gjalda 100 krónur fyri at verða við í fiskikappingini á Eiðisvatni, sum altso byrjar í kvøld klokkan 18.

Fólk, sum áður hava verið við til hetta tiltak, siga, at tað er serstakliga hugnaligt.

Fyrireikararnir siga, at øll, sum ætla sær at verða við, bara kunnu møta upp og keypa atgongumerki á veg niðan á Eiðisvatn.