Fyri árum síðan var fiskikapping eitt av árligu afturvendandi tiltøkunum hjá Lions Club Tórshavn. Steðgur hevur verið í nú í fleiri ár. Men komandi leygardag verður roynt aftur. Hesaferð í samstarvi við Bátafelagið í høvuðsstaðnum. Ágóðin av fiskikappingini fer allur til Bátafelagið, sum hevur brúk fyri peningi til tess at bøta um umstøðurnar í felagshúsun-um í Vágsbotni.
Kappingin er sett at byrjað kl. 8 á morgni og skal vera endað kl. 17. Uppboðssøla av fiskinum byrjar beint sum kappingartíðin er endað.
Silvurtoskurin verður handaður vinnaranum kl. 18. Tá fáa eisini nr. 2 og nr. 3 steyp til ognar.
Allir luttakararnir fáa flógvar pannukøkur og ein heitan munn, tá ið teir leggja at landi.
Kappingarreglur
1. Kappingartíðin er at rokna frá kl. 8.00 til kl. 17.00.
2. Áðrenn farið verður, leggur hvør bátur at í Vágsbotni. Har verður luttakaraprógv fingið í hølum Bátafelagsins.
3. Loyvdur reiðskapur er snøri, snella og tráða.
4. Fiskurin verður blóðgaður og kruvdur, men ikki avhøvdaður.
5. Afturkomin verður luttakaraprógvið býtt um við annað prógv, ið sýnir, nær ið báturin er afturkomin. Tikið verður ímóti veiðuni frá kl. 14.00.
6. Veiðan verður teggjað í hóskiligar teggjur og uppskipað við hølini hjá Bátafelagnum í Vágsbotni.
7. Allur ágóðin av hesari kapping verður latin Bátafelagnum.
8. Tann bátur, sum fær mestu vekt upp á mannin, fær Silvurtoskin í varðveitslu í eitt ár. Manningin á hesum báti fær steyp til ognar. Somuleiðis fær manningin á nr. 2 og nr. 3 steyp til ognar. Manningarnar á vinnarabátunum verða bidnar um at møta í Vágsbotni kl. 18.00, har ið silvurtoskur og steyp verða handað.
Viðmerking
Kongafiskur, seiður og ónyttufiskur verður ikki roknaður uppí.
Um onkur bátur, ið hevur fingið luttakaraprógv, av eini ella aðrari orsøk ikki fær tikið lut í kappingini, so verður lagt viðkomandi eina við at boða frá hesum, so ikki óneyðugur ótti kemur at standast av hesum.
Annað á skránni
Í sambandi við fiskikappingina skipar Lions Club fyri øðrum longu kl. 10 fyrrapartin. Umframt at høvi verður hjá fólki at keypa sær ein drekkamunn og okkurt afturvið, verður møguligt at keypa sær góðan ræstan fisk.
Hja børnunum verður møguligt at royna seg á hestbaki og hoppiborg verður eisini í Vágsbotni henda dagin.