Fiskikapping
Bátafelagið á Bakka á Glyvrum boðar til útróðrar leygardagin tann 16. november. Lagt verður frá landi klokkan átta á mrogni, og allir skulu vera aftur komnir í seinasta lagi klokkan fýra seinnapartin. Veiðan verður seld, og innkomin peningur fer til raksturin av Bátafelagnum.
Bátafelagið sigur í tíðindaskrivi, at tað skulu í minsta lagi vera tveir mans við hvørjum báti. Tilmeldingarskjal, sum samstundis vísir til reglur fyri kappingini, fæst við brúnna Inni á Bakka frá klokkan hálvgum átta leygarmorgunin.
Einki verður í tíðindaskrivinum sagt um, hvønn reiðskap loyvt er at brúka, men væntandi verður tað leysur reiðskapur, og ivaleyst fer tað eisini at standa í reglugerðini, sum útflyggjað verður leygarmorgunin.
Tá komið er aftur leygardagin seinnapart, fáa allir luttakararnir ein kaffimunn við onkrum afturvið. Ivaleyst skal eisini leggjast at aftur við brunna Inni á Bakka.
Tá avreitt er, verður gjørt upp, hvussu veiðan hilnast fyri hvønn mannin. Tríggir teir bestu bátarnir fáa steyp, sigur Bátafelagið í tíðindaskrivinum.
Klokkan 16.45 verður øll veiðan seld á almennari uppboðssølu á torginum við býráðshúsini, og vóna fyrireikararnir, at prísurin helst fer at liggja oman fyri tað, sum hann er á Toftum.