Fiskikapping og bindiklubbur fyri sálarheilsu

Í ár hevur Eiðis kommuna verið vertur fyri tveimum tiltøkum, fiskikapping og bindiklubba. Hetta eru tiltøk í samband við verkætlanina, ABC fyri sálarheilsu.

 

Í Eiðis kommunu eru tey eisini virkin í tiltakinum, ABC fyri sálarheilsu.

 

Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað nakrar reglur á heimasíðuni hjá kommununi um tvey av tiltøkunum, sum hava verið.

 

- Byrjað varð við fiskikapping fyri børnum týsdagin 3. oktober, har nógv spent børn vóru við. 

 

Síðsta hóskøld varð eisini skipað fyri bindiklubba í hugnaligu Látralonini, har ung sum eldri savnaðust til hugnaliga løtu við binding, práti og kaffimunni.

 

- Sambært fyriskiparunum gekk prátið týtt, og nógvar skemtisøgur vóru frammi, so nógvur látur rungaði í hølunum.

 

Martin Kristoffur Kristiansen greiðir frá, at umleið 30 kvinnur vóru við til bindiklubbatiltakið, og nógv varð bundið.

 

- Alt í alt vóru hetta tvey stak hugnalig tiltøk, sum heilt víst kunnu endurtakast, verður lagt aftrat á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu.

 

ABC fyri sálarheilsu er ein verkætlan, sum setir sálarligu heilsuna hjá føroyingum í hásæti. Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, sum ger lívið vert at liva.

 

Verkætlanin er í áhaldandi menning.

 

Verkætlanin fevnir um fleiri tiltøk kring landið, og í ár hevur Eiðis kommuna so verið vertur fyri tveimum tiltøkum, fiskikappingini og bindiklubbanum.

 

##med2##

 

 

 

Umleið 34 børn luttóku í fiskikappingini á Eiði - fyri ABC sálarheilsu.