Tíðindaskriv
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður um vikuskiftið
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 24. September.
Í ár verða umframt steyp til tríggjar teir bestu bátarnar, og fyri stórsta fiskin, eisini hesir vinningar latnir:
Nr. 1. Gávukort á 1500 kr.
Nr. 2. Gávukort á 1000 kr.
Nr. 3. Gávukort á 500 kr.
Vinningarnir eru lætnir av EFFO.
Fyrsti stórsta fisk verður latið gávukort á 1.000 kr. frá Berglon.
Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30. Bátarnir vera aftur at landi kl. 17.
Uppboðssøla verður við Varpabrúnna frá kl . 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.