Fiskikapping í Lorvík

Leygardagin 18. september var 14. árið á rað at Bygdarhúsið í Lorvík skipaði fyri fiskikapping til frama fyri húsið. Hugagóðir hava teir lagt frá landi á hvørjum ári síðani 1986, eisini um veðrið hevur verið vánaligt so aðrir hava avlýst.

Leygardagin 18. september var 14. árið á rað at Bygdarhúsið í Lorvík skipaði fyri fiskikapping til frama fyri húsið. Hugagóðir hava teir lagt frá landi á hvørjum ári síðani 1986, eisini um veðrið hevur verið vánaligt so aðrir hava avlýst.

Í ár sá heldur ikki ov gott út. Streymurin var góður, men veðurmenninir spáaðu upp til vindmegi 18 á landsynningi og eysti. Tá so harafturat varð skipað fyri bussferð vestur í Váganar sama dag í samband við ein týðandi fótbóltsdyst, varð ikki væntað nøkur serlig undirtøka.

Men hóast tað, so løgdu 7 bátar frá landi leygarmorgunin kl. 8, og tíbetur artaði veðrið sær væl betur enn spáað.

Hóast motorstopp, sleip og uppisetur við agn royndist fiskaríið bara væl, tí ikki hevur ljóðað ov væl frá frammanundan. Í meðal vóru 105 pund uppá manning.

Mest uppá mannin hevði Aldan við Meinhard Heinesen og soninum Brian. Teir høvdu 142 pund í part. Næstur teimum var Knútur við Robert Langaard og Henning Hansen, 140 pund í part og triður var Álitið við Hans Olsen, Árna Lervig og Paula Johannesen við 131 pund í part. Teir høvdu eisini størstu veiðuna pr. bát 392 pund og fingu ferðasteyp sum Sjóvinnubankin gav í 1986. Hinir fingu allir steyp til ognar sum Norðoya Sparikassi hevur latið.

Aftaná varð sum vant bjóða til kaffi og pannikøkur í matarhøllini hjá Tavuni.

Nevndin í Bygdarhúsinum sigur at tey eru ógvuliga takksom fyri tann offurvilja hesir menn vísa við at ofra ein heilsan dag og veiðu til frama fyri Bygdarhúsið bert fyri ein kaffimunn og pannikøkur. Somu tøkk veitir nevndin eisini teim konum, sum ókeypis bakaðu køkur til køkutombolaið. 53 køkur, sum vóru seldar eftir 1/2 tíma.