Fiskikapping í Klaksvík í dag

Norðoyingar kappast í dag um, hvør klárar at fiska mest (Mynd: dragin.fo/jeh)

Um áttatíðina í morgun var startskotið til árligu fiskikappingina í Klaksvík, sum Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið M/S Dragin skipar fyri.

Bátarnir skuldu melda til í morgun umborð á Draganum, og longu beinanvegin høvdu einir 13 bátar meldað seg til kappingina, sum er fyri allar Norðoyggjar.

– Roknað verður við, at onkur kemur aftrat, so tað fer helst at tátta í 20 bátar tá avtornar, sigur Hans Eli Hansen frá Draganum við Norðlýsið.

Í kappingini, teir rópa “Hvør fjøl á flot”, eru gávukort til bestu bátarnar, so okkurt er at kappast um.

Hóast sagt verður frá vindi í kvøld, er streymurin góður, og roknað verður ikki við, at veðrið fer at darva kappingini stórvegis.

Norðoyingar kappast í dag um, hvør klárar at fiska mest (Mynd: dragin.fo/jeh)

Norðoyingar kappast í dag um, hvør klárar at fiska mest (Mynd: dragin.fo/jeh)