Fiskikapping á Eiðisvatnið

Leygarkvøldið varð skipað fyri fiskikapping á Eiðisvatnið. Eini 300 sílafiskarar luttóku og vinnarin av kappingini var Nikkel Nielsen, Eiði, við sílinum, sum vigaði 960 gram og var 47 centimetrar

Eini 300 luttakandi sílafiskarar vóru við Eiðisvatn leygarkvøldið, umframt ein rúgva av øðrum, sum bara vildu hugna sær saman við øðrum í góðveðrinum við Eiðisvatn. Heili níggju húsvognar høvdu funnið vegin niðan á vatnið, umframt at ein rúgva hevði sligið telt upp.
Sjálva fiskikappingina vann Nikkel Nielsen av Eiði. Sílið hann fiska vigaði eitt lítið kilo og var knappliga ein hálvan metur til longdar. Torri Kallsoy varð nummar tvey og Hans Jákup Magnussen varð nummar trý.
Men annað enn sílafisking var eisini á skránni. Felagssangur var og eisini brendu tey bál, og fyrireikararnir lata at, at teir eru væl nøgdir við tiltakið og at øll, sum vóru við vatnið hugnaðu sær óført.