Nógv fólk var til fiskikapping á Eiðisvatni um vikuskifti. Tórbjørn Jacobsen helt røðu, áðrenn kappingin byrjaði.
Tá av tornaði, var støðan tann, at Eyðbjørn Arge hevði fangað størsta sílið. Tað vá 815 gramm. Næstur honum kom Gerda Sólsker, við einum fongi á 785 gramm og á triðja plássi kom Konrad Joensen, við einum síli, ið vá 700 gramm.