Fiskikapping

Fiskikapping við tráðu eftir hemara, verður frá 29. januar - 12. februar

Í tráð við "big-game "fiskikappingar í øðrum londum, verur skipa fyri einari tílíkari fiskikapping í Føroyum, um nóg nógv teknað seg.
Aðrastaðni er vanligt at hava kappingina yvir 5-7 dagar; men orsaka av veðrinum hesa ársins tíð hava vit valgt at strekkja kappingina yvir 15 dagar.
Reglurnar eru einfaldar
?Tráða skal brúkast
?Loyvt er at fiska útfrá øllum havnum í Føroyum
?Mynd av hemara og veiðumanni/kvinnu við tráðu, skal sendast til fyrireikararnar, og vektin skal upplýsast
?Luttøkugjaldið er kr. 150 pr. tráðu
?Luttøkugjald skal verða goldið í seinasta lagi 28. jan
?Tann ið hevur størstu samlaðu vektina av hemara gerst vinnari av kappingin
Vinningar:
Nr. 1: Gávukort á samlaða luttøkugjaldið
Nr. 2: Gávukort á 1000 kr frá Jógvan Weihe
Nr. 3: Gávukort á 500 kr frá Dynema

Eisini verður steyp latið til vinnaran og medaljur til 2. og 3. plássi, og minst til, at jú fleiri luttakarar, jú størri gerst vinningurin til 1. plássi!!!
Vinningarnir verða handaðir á Café Bryggjuni í Vestmanna, leygarkvøldi tann 12. februar, kl. 20:00
Til ber at boða frá luttøku, ella frætta nærri um kappingina, við at ringja til ein av fyrireikarunum á tlf. 581582 ella á tlf. 216514
Seinasta freist at boða frá luttøku er 28. januar kl. 15:00