Fiskifrøðingar mistaka seg - næstan hvørja ferð

Tað hevði verið áhugavert at sett kikaran á tað, sum fiskifrøðingar hava sagt seinastu 10-12 árini og síðan hugt eftir veruligu gongdini í fiskastovnunum hesi somu ár.
Náttúran goymir mong av sínum loyndarmálum; tí er ikki lætt at vera fiskifrøðingur

Sjónarmið
Vilmund Jacobsen
Í mong ár tosaðu fiskifrøðingar næstan bara um veiðitrýst ? sum um tað, ið veitt verður av fiskastovnunum, var tað einasta, ið hevði týdning fyri hesar. Síðan rakárini í fyrru helvt av nítiárunum er prátið dottið meira yvir á náttúruviðurskiftini. Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Í fyrsta lagi, at veiðitrýstið er minkað so nógv og tí, at toskurin, sum fiskifrøðingar meta ikki í stóran mun ferðast út og inn av landgrunninum, ?rýmdi? og kom aftur í stórum tali. Hvaðani toskurin fór fyrst í nítiárunum, og hvaðani hann kom so stutt eftir, høvdu fiskifrøðingarnir torført við at greiða frá. Sama var við upsanum nøkur ár seinni. Ávaringarnar um, at stovnurin var niðri á tí minimala, trutu ikki. Gjørdu myndugleikarnir, soleiðis sum ráðgevingin mælti til, var upsaveiðan nærmast hildin uppat fyri nøkrum árum síðan. Men tað, sum hendi ? og er hent síðan við upsanum ? var beint øvut av tí, ið fiskifrøðingarnir søgdu. Eingi tekin hava verið um, at tað, sum ráðgevingin segði um upsan, var rætt, tí veiðan hevur verið góð øll árini síðan.
Árið í ár er eitt tað besta í nøgd hjá upsaskipum í næstan 20 ár!
 Ein onnur orsøk til, at fiskifrøðingar nú tosa minst líka nógv um náttúruviðurskifti sum veiðitrýst, kann vera, at Fiskirannsóknarstovan hevur fleiri ymiskar kanningar at byggja á enn áður. Aftrat hesum kemur so umrødda gongdin við toskinum og upsanum, sum torfør hevur verið at sett orð á. Aftaná ber saktans til at siga, hví gongdin var, sum hon nú einaferð var. Men sjálv ráðgevingin og tilmælini vóru ikki nógv verd, tá ið tey komu. Og kanska kundi tað ikki vera øðrvísi, tí tað er avgjørt ikki lætt at skula ráðgeva um ein ?haga? ella eitt havøki, sum so stórt óvissa er um. Havøkið er stórt, og eingir hegnpelar avmarka neyvt ymisku leiðirnar frá hvørju aðrari.

Gróðurkanningar
Tað er áhugavert, at Fiskirannsóknarstovan nú hevur gróðurkanningar at byggja ein part av sínum metingum á. Sum skilst, hava hesar kanningar 12 ár á baki og kunnu tískil siga nakað um gróðurin á landgrunninum. Allar kanningar, sum møguliga kunnu siga okkum, hvussu væntast kann, at gongdin verður frameftir, eru áhugaverdar. Tað, sum ikki er serliga áhugavert, er, tá ið fiskifrøðingar 5 ella 10 ár seinni kunnu siga okkum, hví teir mistóku seg!
 Sambært gróðurkanningunum hjá Fiskirannsóknarstovuni, er gróðurin í sjónum nú líka lítil, sum hann var fyrst í nítiárunum. Men sambært hesum somu kanningum hevur gróðurin verið óvanliga stórur síðan seinnapartin av nítiárunum? og hann er nýliga minkaður niður í tað, hann var í 1990. Tað er ikki hent fyrr enn í ár!
 Eingin er førur fyri at siga, hvussu gróðurin verður komandi ár. Tí kann tað undra, at fiskifrøðingar longu nú leypa ótta á samfelagið og siga, at fiskivinnan siglir vandasjógv. Tað er at taka ov rívan til og samsvarar ikki serliga væl við tað, ið fiskimenn siga.
 Menn eru ivaleyst samdir um, at toskurin ikki er feitur í løtuni ? hóast hann heldur ikki er óvanliga rak - men vit mugu eisini hava í huganum, at nógvur fiskur er á grunninum.

Bankabók ella hagi
Í Sosialinum hósdagin, 21. november, samanber fiskifrøðingur landgrunnin við eina bankakonto. Hann sigur, at í løtuni er nógv á kontoini, men einki kemur inn á hana. Tí ræður um ikki at brúka ov nógv av henni.
 Hetta er púrasta øvut av tí, ið íslendski fiskifrøðingurin, Jón Kristjánsson, sum er kendur her um okkara leiðir, hevur sagt í fleiri ár.
 Hann heldur, at tá ið nógvur fiskur er á grunninum, og føðin minkar, er best at veiða sum mest, soleiðis at umstøðurnar hjá tí, ið eftir er, eru góðar. Í hesum sambandi hugsar hann ikki minst um vakstrarlíkindini hjá tí, ið gýtt verður og skal koma undan. Jón hevur gjørt umfatandi kanningar av, hvussu týdningarmikið tað er, at fiskurin, sum kemur undan, hevur vakstrarlíkindi.
 Og vakstrarlíkindini eru betur, um grunnurin ikki er yvirskipaður við fiski?
 Tað hevur minni týdning, sigur hann, hvussu nógv kemur undan. Tað, sum er avgerandi fyri gongdina og endurbyggingina av stovninum, er, at fiskurin, sum kemur undan, sleppur at veksa skjótt og nørast.
 Hví okkara fiskifrøðingur heldur velur at nýta dømi um bankakontoina enn hagan, er undrunartvert. Á eini konto er einki at ?eta?, sum er grundarlagið fyri fiskastovnunum, og har nørist heldur einki. Í einum haga hava vit nøkur kríatúr, sum skulu hava okkurt at eta hvønn dag, og tá ið várið kemur, koma eisini lombini. Eru ærnar rak, kemur lítið undan, og fáa lombini einki at eta, doyggja tey.
 Er lítið gras í haganum, er umráðandi, at hagin ikki er yvirskipaður.

Fiskur ?goymist? ikki
Ein kanning hjá Jón Kristjánsson vísir, at tað ber ikki til at ?goyma? fisk. Hetta vístu krígsárini, tá ið lítið varð veitt undir Føroyum. Tann fiskur, sum ikki varð veiddur árini 1940-1945, sást ikki aftur í fiskiskapinum, tá ið kríggið hasaði av aftur.
 Íslendski fiskifrøðingurin hevur sagt um Flemmish Kap, at tað ringasta, sum myndugleikarnir har yviri gjørdu, tá ið náttúruviðurskiftini broyttust, var, at vildu hava skipini at gevast at fiska.
 Sambært okkara fiskifrøðingum, er hagin ? ella føroyski landgrunnurin ? yvirskipaður við fiski í mun til náttúruumstøðurnar beint nú.
 Tí er óhugsandi, at gongda leiðin hjá okkum er at minka um fiskiskapin.
 Frægasta, vit kunnu gera, man vera at biðja eftir, at náttúruviðurskiftini aftur fara at laga seg soleiðis, at fiskurin hevur nóg mikið at eta.
 Annars læt ein maður meg herfyri vita, at pumpurnar á skipinum fyrr í heyst fyltust við nebbasild og typtust?
 Eingin skal ivast í, at náttúran eisini goymir síni loyndarmál? tí er heldur ikki lætt at vera fiskifrøðingur.
 So avgjørt ikki.