Tilmæli
Tilmælið frá Fiskirannsóknarstovuni um tosk, hýsu og upsa fyri fiskiárið 2005/2006 er hetta:
1. At fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu
og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 hk (Bólkur 3, 4 og 5) í 2005/2006 verður minkað við 30%, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10%.
2. At serliga toska- og hýsukvotan hjá lemmatrolarum yvir 500 hk (Bólkur 1) verður tikin av.
3. At fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) í fiskiárinum 2005/2006 verður minkað við 15%, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10 %.
4. At dagatalið á Føroyabanka verður minkað niður á árliga støðið í 1996-2002.
5. At serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, tosk á Føryabanka og upsa undir Føroyum eiga at halda fram