Fiskifrøðingar gloyma sildafiskin

Jón Kristiansson, íslendskur fiskifrøðingur, sigur, at grundin til, at vísindaliga kanningar vísa, at bara ungfiskur er, er tann, at eldri fiskurin er uppi í sjónum og etur sild

Fiskifrøðinganir hjá ICES brúka skeiva útgerð til at kanna fiskastovnarnar við, sigur íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristiansson.
Hetta grundar hann á, at hann hevur verið ein fýra daga langan túr við einum norðurírskum trolara, sum roynir við flótitroli í Írskahavinum.
Hesin trolarin fekk væl av stórum toski, sum fiskifrøðingarnir annars siga ikki at vera til.
Men tað er tí, sigur Jón Kristiansson, at teir, sum gera kanningar av fiskastovninum, brúka botntrol, har teir bara fáa ungfisk í.
Tað sigur seg sjálvt, sigur hann, tí tann eldri fiskurin er uppi í sjónum og etur sild. Tí fáa teir hann ikki og koma so til ta niðurstøðu, at hann er ikki til.
Hetta førdi hann fram í fyrilestri, hann helt á landsfundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin. Síðan førdi hann fram kendu niðurstøðu sína um, at verri standi fiskurin er í, meira eigur at verða fiskað, soleiðis at tað, sum eftir verður, kann fáa betri vakstrarlíkindi, tí partur hansara av ætinum verður størri.
Hyggjuráðini eru at taka tann stóra fiskin, so tann lítli kann vaksa.
?Tað er kent frá búskapinum, segði hann. Tekur tú teir stóru, blóma teir smáu.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, viðmerkti, at føroyska fiskidagaskipanin byggir á teoriirnar hjá Jóni Kristianssyni.