Fiskiveiða
Mikudagin setti Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, tríggjar munnligar fyrispurningar um fiskivinnu og fiskivinnumál.
Í fyrsta lagi spurdi løgtingsmaðurin, hvørji stig politiski myndugleikin saman við vinnuni higartil hevur tikið fyri at kunna útlendskar keyparar av føroyskum fiskavørum, at vit fiska burðardygt.
Í øðrum lagi spurdi hann, um landsstýrismaðurin veit, hví hýsa, sum er fiskað undir Føroyum, verður boykottað, meðan hýsa veidd undir Íslandi verður roknað sum burðardygg veiða, hóast hon ikki hevur góðkenning.
Í triðja lagi spurdi Kári P. Højgaard, hvørji stig landsstýrismaðurin fer at taka til tess at samskipa vitanina og frøðina á sjógvi og landi, so tilmælini til politisku skipanina eru greið, og at vit saman úteftir kunnu marknaðarføra eina burðardygga fiskiveiði.
Veiðan burðardygg
Í sínum svari, segði landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, at hann hevur havt samráðingar við bæði bretskar politikarar og ES-myndugleikar um hesi viðurskifti, og tí segði hann seg meta, at hann politiskt hevur gjørt tað, sum gerast kann at byrgja uppfyri boykotti av føroyskum fiskavørum í Bretlandi.
Bæði Bretland og í størri høpi eisini ES hevur víst stóran áhuga fyri føroyskari fiskivinnu og føroysku fiskiveiðiskipanini.
Landsstýrismaðurin segði, at føroyska fiskiveiðan er burðardygg, tá havt verður í huga, at nógvir dagar í skipanini, sum myndugleikar saman við vinnu og fiskifrøðiligari ráðgeving settu út í kortið, ikki verða brúktir.
Men hvussu ber tað tá til, at veiðitølini eftir ávísum fiskasløgum eru so vánalig?
Svarið er, at upp-og niðurgongd altíð er í fiskiveiði, skiftandi millum ymisku fiskastovnarnar. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at vera.
Alt til sættis
Okkara fiskiveiðiskipan byggir á dagatal og ikki á kvotur, og tí kemur alt til sættis, sum veitt verður. Eingin fiskur verður blakaður deyður í havið aftur. Hetta kann so aftur vera ein orsøk til, at ein partur av veiðini er smáur fiskur, men í øðrum londum, har veitt verður eftir kvotuskipan, hava teir í staðin stórar trupulleikar við útblaking av smáum fiski.
Landsstýrismaðurin vísti í sínum svari á, at okkara stovnsrøkt verður skipað við ásettum dagatali, friðaðum økjum og leiðum, gýtingarfriðingum, bráðfeingisveiðibanni, tá ov nógvur ungfiskur er uppi í veiðini – og við ásetingum um meskastøddir, sum eru størri, enn vit vanliga kenna um okkara leiðir.
Haraftrat kemur, at tá veiðan er vánalig ella, tá fiskaprísirnir eru óvanliga lágir, minkar veiðan eisini, tí áhugin fyri at loysa skip og bátar gerst minni.
Nøgdur við svar
Kári P. Højgaard sigur seg vera rímiliga væl nøgdan við svarið hjá landsstýrismanninum, tá havt verður í huga, at hetta var ein munnligur fyrispurningur.
- Tað er undrunarvert, at bretar skulu boykotta okkara fiskavørur og í hesum førinum serliga hýsuúrdráttir úr veiði undan Føroyum, samstundis sum fiskiveiðiskipanin í ES hevur spælt fallit.
Hann heldur, at okkara høvuðsboðskapur sum fiskivinnutjóð eigur at vera, at við okkara fiskiveiðiskipan kemur alt til sættis – og at veiðan, soleiðis sum vit skipa hana, hvílir á burðardyggum grundarlagi.
- Her er eingin útblaking av smáum fiski, ið vit so mangan hava sæð í øðrum fiskiveiðiskipanum, sum annars verða sagdar at vera burðardyggar.
Kári P. Højgaard vísir á, at stóru handilsketurnar í Bretlandi hava sínar egnu ráðgvarar, og í hesum føri er talan um felagsskapir, ið spesialisera seg innan hetta øki.
- Hetta hevur við sær, at tað helst verður torført frá politiskari síðu at fáa okkara fiskiveiði góðkenda sum burðardygga, tí politiskt verður tað trupult at ávirka hesar felagsskapir. Einasti møguleiki er tí helst, at tað verður vinnulívið, sum ger neyðuga upplýsingararbeiði til frama fyri okkara fiskavørur, sigur hann.
Ballada í Bretlandi
Men hvar finna vit so ICES, Havstovuna og tær tilráðingar um fiskiveiði í øllum hesum, spurdu vit Kára P. Højgaard?
- Tað er eingin loyna, at høvuðstrupulleikin liggur í teimum tilráðingum, sum havgranskingarstovnurin ICES hevur viðvíkjandi veiði undir Føroyum. Tað eru hesar tilráðingar, sum skapa alla balladuna, sum løgtingsmaðurin tekur til.
Hann vísir á, at skuldu Føroyar fylgt tilráðingunum hjá ICES, hevði veiðan eftir ávísum fiskasløgum verið steðgað.
- Vit hava afturvendandi sæð slíkar tilráðingar síðan einaferð tíðliga í nítiárunum, men tíðin hevur víst, at tað hevði verið ein vanlukka fyri Føroyar, um hesar tilráðingar vórðu fylgdar.
Flotin minkaður
- Eg fekk staðfest í svarinum hjá landsstýrismanninum, at okkara fiskiveiða hvílir á burðardyggum grundarlagi. Okkara fiskifloti er nógv minkaður seinastu árini, og nógv færri fólk eru bæði í fiskivinnuni á sjógvi og landi.
Kári P. Højgaard heldur eins og landsstýrimaðurin, at kanska er okkara línufloti vorðin nakað stórur, meðan fiskiskipaflotin annars er nógv minkaður.
- Eg haldi slett ikki, at sjálvt veiðitrýstið er størsti trupulleikin í okkara skipan, tí her liggja nógvir óbrúktir fiskidagar, eins og vit hava nógvar tekniskar forðingar, sum eru við til at verja okkara fiskastovnar.
Høvuðstrupulleikin er, heldur løgtingsmaðurin, at fleiri av
teimum, sum í dag virka í vinnuni, noyðast at bera tungar byrðar, tí aðrir, sum eru farnir úr vinnuni, havt selt loyvir og dagar fyri okursprísir.
- Soleiðis hava vit eisini fingið ein óneyðuga skuldartyngdan fiskiflota, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.










