Í 1978 skipaðu Ídnaðarfelagið og Ídnaðarstovan í felag fyri eini orkuráðstevnu í Havn. Har vórðu hildnir fyrilestrar av allahanda slag, men serliga varð røtt um hvussu minkast kundi um oljunýtsluna. Til dømis helt Trygvi Árting, sum gjørdist áttati herfyri, til lukku við tí, fyrilestur um veiðu og orku, og hevði hann funnið fram til fiskinøgd fyri liturin av olju fyri ymsar skipabólkar. Ein sera áhugaverdur og tankavekjandi fyrilestur, sum í dag er eins aktuellur og tá. Sjálvandi eiga tølini at verða dagførd, men eg ivist í, um tey eru so nógv broytt.
Tølini hjá Trygva vóru fyri 1976 ? 77, og kom hann fram til niðanfyristandandi úrslit:
Rækjuskip, litrar av olju fyri hvørt kilo av pilkaðum rækjum3,60
Saltfiskatrolarar, litrar av olju fyri hvørt kilo av avhøvdaðum, sløgdum fiski0,55
Stórir ísfiskatrolarar0,68
Smáir ísfiskatrolarar0,76
Trolbátar yvir
40 tons0,32
Trolbátar
25 ? 40 tons0,26
Trolbátar undir
25 tons0,19
Stállínuskip til ísfisk0,28
Bátar við línu
40 ? 60 tons0,26
Bátar við línu
25 ? 40 tons0,15
Bátar við línu
undir 25 tons0,14
Hesi tøl vóru trupul at fáa til vega, Hagstovan lá mestsum í andaleypi, eru helst rímiliga røtt, men eiga sum sagt sjálvandi at verða dagførd. Bert spell at tøl fyri snelluveiðu ikki eru við. Einki er at ivast í, at litrar av olju fyri kilo av snelluveiddum fiski hevði verið eitt sera lágt tal.
Við eini umstrukturering av fiskiflotanum skuldu tað verið góðir møguleikar at lækka oljunýtsluna og sostatt um útlátið av koldioxidi.
Tað man vera mestsum semja um, at fiskiflotin er 25 ? 50 prosent ov stórur til teir fiskimøguleikar, vit hava. Við at minka um veiðuorkuna fær eftirverandi veiðiorkan betri veiðumøguleikar og harav betri úrslit. Tað merkir við somu orku eitt betri úrslit. Úrslitið við einum meira hóskiligum flota til teir møguleikar, vit hava, hevði sostatt givið bæði skipi og manning betri fíggjaligt úrslit og landinum betri búskap. Og fyri einki fingu vit minkað um útlatið av koldioxidi, tí at oljunýtslan hevði minkað.
Við einum samspæli millum politiska myndugleikan og vinnulívið skuldi tað latið seg gjørt at, í ávísan mun um ikki annað, uttan stórvegis háva at minkað um oljunýtsluna og harvið útlat av vakstrarhúsgassi. Tí áhugamálini hjá tí almenna og vinnuni falla her saman til gagns fyri umhvørvið.
P. S.
Fyrilesturin hjá Trygva Árting er at finna í bókini Orka, Orkuráðstevnan 78, sum Ídnaðarfelagið og Ídnaðarstovan góvu út í 1979.