Fiskiflotin liggur

Hóast manningarnar á línuskipum og flakatrolarum longu luttaka í oljuútreiðslunum, liggja hesi skipini eisini, nú verkbann er í føroyska fiskiskipaflotanum. Føroya Reiðarafelag hevur biðið øll skip, sum fiska undir Føroyum, um koma til lands og akta verkbannið

VERKBANN

Tað eydnaðist ikki semingsmonnunum at fáa semju í lag millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini. Freistin, sum semingsmenninir høvdu sett, var til á middegi týsdagin, men longu seinnapartin mánadagin noyddust semingsmenninir at ásanna, at so langt var millum partarnar, at eingin semja var í ljósmála. Tí komu teir heldur ikki við nøkrum semingsuppskoti.
Terji Sigurðsson, sum er annar av semingsmonnunum, segði seg ikki duga at síggja, at nøkur nyttar var í einum semingsuppskoti, sum teir frammanundan vistu fór at verða vrakað.
So skjótt tað gjørdist greitt, at eingin semja fekst millum partarnar, heitti Føroya Reiðarafelag á skip, sum fiska undir Føroyum, um at koma til lands.

Loystu kortini
Hóast verkbannið, vistu fjølmiðlar í gjár at siga, at systirskipini úr Hvalba, Steintór og Niels Pauli, kortini høvdu loyst.
Hetta skapti nógv fundarvirksemi í Føroya Reiðarafelag í gjár, og Viberg Sørensen, formaður í felagnum heitti á skipini um at gevast og koma aftur til lands.
Sum skilst, hava hvalbingar aktað boðini hjá tí felag, teir eru limir í og eru givnir at fiska.
Í morgun ljóðaði eisini, at onnur skip enn djúpvatnstrolararnir í Hvalba ætlaðu at loysa, og í hesum sambandi var verksmiðjuskipið Norðborg nevnt.
Men í grein á blaðsíðu 10 í dag, sigur skiparin, Jón Rasmussen, at teir ætla sær ikki at bróta verkbannið, sum Føroya Reiðarafelag hevur lýst.
- Vit hava verið í dokk og hava útlendskan teknikara her heima. Tí noyðast vit, nú arbeitt verður við at finna út av, hvør trupulleikin er, at gera ein tekniskan royndartúr. Vit stuðla kortini Føroya Reiðarafelag og vilja í útgangsstøðinum vera solidariskir, sigur Jón Rasmussen.

Løgin støða
Tað var serliga spurningurin um, hvørt manningin skal luttaka í oljuútreiðslunum ella ikki, sum skilti reiðarar og manningarfeløg.
Reiðarar meta, at oljan nú er vorðin so dýr, at manningin eigur at bera sín part av øktu oljuútreiðslunum, men hetta vilja manningarfeløgini, sum hava staðið væl saman undir samráðingunum, ikki hoyra talan um.
Av átta skipabólkum, luttekur manningin í oljuútreiðslunum í tveimum skipabólkum, nevniliga hjá línuskipum og flakatrolarum.
Teir, sum eiga hesi skip, har oljan longu er felagsútreiðsla, eru tí í eini eitt sindur undarligari støðu.
Línuskip eru løgd, har manningin longu luttekur í oljuútreiðslunum, og við Vestaru bryggju í Havn liggur flakatrolarin Enniberg, har manningin eisini luttekur í oljuútreiðslunum.
Men bæði teir, sum eiga línuskipini og teir, sum eiga flakatrolararnar, hava valt at vera solidariskir og vilja standa saman við Føroya Reiðarafelagnum um, at oljan skal vera partur av felagsútreiðslu hjá øllum skipabólkum.