Fiskiflotin hevur ov stóra slagsíðu

Samráðingarnar ímillum Reiðarafelagið og manningarfeløgini eru nú á einum vegamóti, ásannar Reiðarafelagið. Fleiri fundir hava verið ímillum partarnar, men tað hevur verið til fánýtis.

Orsøkin til at Reiðarafelagið segði allar sáttmálar upp er tann einfalda, at slagsíðan hjá skipunum er blivin ov stór, tí útreiðslurnar veksa og inntøkurnar minka, ella standa í stað og somu.

- Tað er ikki neyðugt at vera matematiskt flogvit, fyri at skilja, at við hesi gongdini, fer alt at steðga upp hjá skipunum.

Viberg Sørensen sigur, at tað er serliga oljan, sum tekur grundarlagið undan teimum skipunum, sum brúka nógva olju, men eisini hjá teimum, sum brúka minni olju, merkist sviðin.

Í sáttmálunum hjá línu og flakaskipunum er oljan felagsútreiðsla, sum verður drigin frá, áðrenn býtt verður ímillum manning og reiðarí.

- Vit hava lagt upp til, at fáa hesa skipan í øllum skipabólkum, men tað vilja manningarfeløgini ikki, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

Í hesum sambandi staðfestir hann, at seinastu 10 árini eru útreiðslurnar til olju fýrafaldaðar.

Eitt annað, sum reiðararnir vilja hava broytt, er, at tá ið manningartalið á skipunum minkar, økjast hýruútreiðslurnar hjá reiðarínum, tí yvirmannapartarnir veksa.

- Hjá føroyskum reiðarum loysir tað seg ikki at gera íløgur, sum spara um fólk. Vit halda eisini, at tíðin er farin frá at nakrar yvirmannalønir eru so stórar, at tær eru fleiri dekkarlønir, vit halda at ongin umborð skal forvinna meira enn dupult so nógv sum ein partur er, sigur Reiðarafelagið.