Fiskiflotin 186 miljónir í halli

Tað, sum sermerkir árið í fjør, er, at eingin skipabólkur fekk raksturin at hanga saman. Einstøk skip í ávísu bólkunum høvdu tó avlop, men samanlagt høvdu allir bólkar hall. Tað gongur illa hjá føroyskari fiskiskipavinnu í løtuni.

Árið í fjør var vánaligt, og samanlagt hevði flotin eitt rakstrarhall, sum var 186 miljónir krónur, tá óvanligar inntøkur fyri eitt nú skipasølur eru tiknar burtur úr tølunum.

Hetta vísir ein roknskapargreining, sum grannskoðaravirkið Nota hevur gjørt. Greiningin fevnir um árini 2004 til 2008.

Samanlagt høvdu allir skipabólkar hall í fjør, og smá útlit eru til, at árið í ár verður stórt betri.

Okkurt árið stóð heimaflotin fyri hallinum, meðan eitt nú verksmiðjutrolarar á langfaraveiði og pelagisku skipini hálaðu samlaða úrslitið uppeftir.

Men í fjør góvu bæði verksmiðjuflotin og pelagiski flotin eisini rakstrarligt hall.

Tað, sum soleiðis sermerkir árið í fjør, er, at eingin skipabólkur fekk raksturin at hanga saman. Einstøk skip í ávísu bólkunum høvdu tó avlop, men samanlagt høvdu allir bólkar hall.

Í greiningini hjá Nota er hópur av tølum, og úr rúgvuni kunnu vit nevna, at bert eitt trolarapar millum partrolararnar hevði avlop í fjør, eins og eitt av trimum rækjuskipum hevði avlop. Millum línuskipini eru eisini ógvuliga fá, sum hingu saman fíggjarliga ? og einki av garnaskipunum hevði avlop í 2008.

Nota er fyrrverandi Rasmussen & Weihe, sum nú á fimmta sinni hava gjørt hesa greining av fiskiskipaflotanum.

Flestu fiskiskip í Føroyum yvir 110 tons ella yvir 400 hestar eru við í greiningini hjá Nota.