Skal fiskidagaskipanini verða lív laga, so er neyðugt alla tíðina at taka hædd fyri møguligum øktum veiðitrýsti, ið stendst av endurnýgging til meira effektiv skip.
Tað siga Henrik Old og Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum í viðmerkingum til uppskotið um vinnuligan fiskiskap, sum fær 2. viðgerð í løgtinginum í dag.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, skjýtur upp, at fiskidagatalið verður tað sama komandi ár, sum tað hevur verið í ár.
Hetta hevur landsstýrismaðurin gjørt eftir at hava fingið fleiri tilmæli, og líkt er til, at uppskotið hjá Jørgeni Niclasen fær undirtøku í løgtinginum.
Vinna gjalda
Henrik Old og Dan Reinert Petersen halda, at fiskidagaskipanin er besti hátturin at stýra fiskiskapinum undir Føroyum við, men tað er neyðugt at gera neyðugu broytingarnar, skal skipanin kunna halda fram, halda teir báðir.
? Tá ein størri útskifting í flotanum fer í gongd, verður neyðugt at minka um veiðutrýstið samstundis, og ein møguleiki hevði verið, at vinnan sjálv var við til at goldið fyri, at fiskidagar verða keyptir út úr skipanini, soleiðis at teir, ið eftir eru, fáa betri veiðumøguleikar og umstøður sum heild, siga Henrik Old og Dan Reinert Petersen.
? Við høgum oljuprísi og høgum rakstarútreiðslum sum heild er meira neyðugt nú enn nakrantíð, at veiðan fyri hvønn fiskidag verður so góð sum gjørligt. Tað er ikki talið á fiskidøgum, sum er mest umráðandi, men heldur góð veiða, teir dagar fiskað verður.
Tí halda teir báðir limirnir í Vinnunevndini hjá løgtinginum, at at fiskidagatalið verður regulerað, so hvørt sum veiðitrýstið økist.











