Fiskidagaskipanin skal endurskoðast

Tíðin er komin til at endurskoða alla fiskidagaskipanina, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður Ein av fráboðanunum, sum Kaj Leo Johannesen fer at koma við í løgmansrøðu síni í morgin, er, at fiskidagaskipanin skal endurskoðast.

-Síðani lógin kom í gildi, er hon broytt ikki færri enn 115 ferðir, og royndirnar vísa, at vit hava ikki dugað nóg væl at mett avleiðingarnar av broytingunum, sigur løgmaður við útvarpið hjá Kringvarpinum.

-Tí er tíðin nú komin til at endurskoða alla skipanina, segði løgmaður.