Bæði meirilutin og minnilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum mæla til at skerja fiskidagarnar fyri næsta fiskiár. Tá avtornaði er munurin ikki so stórur millum meirilutan og minnilutan, og tí er greitt, at fiskidagarnir vera færri næsta fiskiár.
Meirilutin í Vinnunevndini mælir til at skerja fiskidagarnar hjá bólki-2, sum serliga fiskar upsa, við 4 prosentum.
Harumframt mælir meirilutin til at skerja fiskidagarnar hjá bólki-3, tað eru línuskipini, við 7 prosentum. Og eisini verða fiskidagarnir í bólki-5, tað eru útróðrarbátarnir, skornir við 7 prosentum, sammett við dagatalið í verandi fiskiári.
Í meirilutanum eru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og uttanflokkatingmaðurin Janus Rein.
Minnilutin í vinnunevndini mælir til eina eitt sindur størri skerjing. Minnilutin mælir til at skerja fiskidagarnar í bólki-2 við fýra prosentum. Eisini mælir minnilutin til at skerja fiskidagatalið í bólki-3, bólki-4B og bólki 4T við átta prosentum.
Í minnilutanum eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Framsókn er ikki umboðaður í Vinnunevndini, men Poul Michelsen er tó partur av semjuni millum stóru andstøðuflokkarnar.
Bæði meirilutin og minnilutin av Vinnunevndini nevna brúksskylduna í sínum viðmerkingum. Mælt verður til, at landsstýrismaðurin setir brúksskylduna inn í lógina um vinnuligan fiskiskap.
Fiskidagarnir koma til 2. viðgerð í løgtinginum týsdagin, og 3. viðgerð verður væntandi hósdagin.
Hoyr samrøðu við Alfred Olsen, formann í Vinnunevndini, við at trýsta á pílin undir myndini.