Fiskidagarnir í Tinginum í dag

Eitt av stóru afturvendandi stríðsmálunum í Tinginum á hvørjum ári, er spurningurin um fskidagar fyri komandi fiskiár.

Og í dag setur Tingið hol á kjakið.

Og sum vanligt er lagt upp til eitt eljustríð millum tey, sum blint vilja fylgja tilmælunum frá fiskifrøðingunnum, og tey, sum halda lítið um teoretiska vitan og heldur halla meira til tað, ið fiskimenn siga.

Eitt smanhald er skrásett millum restina av samgonguni – Sambandið og Javnaðin – og Tjóðveldi við Framsókn, men eingin semja er millum hesi um fiskidagarnar.

So seint sum í gjár var sambandsmaðurin, Bjørn Kalsø, í útvarpinum hjá Kringvarpinum og boðaði frá, at hann ikki tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum. Hann hartaði í ikki alt ov blíðum vendingum egna floksformani sínum og løgmanni, Kaj Leo Johannesen, og gjørdi greitt, at hann ikki fór at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

Hinvegin fer hann – saman við øðrum – at leggja eitt broytingaruppskot fram.

Spennandi verður at fylgja við, tá orðaskiftið byrjar seinni í dag.