Fiskidagarnir til bólk 5b skulu avgreiðast í dag

Løgtingið hevur í morgun avgjørt at gera frávik í tíðarfreistunum í sambandi við viðgerð av tveimum uppskotum um fiskidagar til útróðrarbátar í bólki 5b

20 atkvøður vóru fyri og tvær ímóti at gera frávik á øllum viðgerðarstigum.

Høgna Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, eigur annað uppskotið, meðan Fólkaflokkurin eigur hitt uppskotið.

Løgtingsformaðurin hevur sagt, at tað er seinasti tingfundur hjá verandi Løgtingi, og tí skal arbeiðast skjótt fyri at fáa uppskotini samtykt.

Løgmansrøðan er framvegis til umrøðu í Løgtinginum.