Orðaskiftið var hvast í løgtinginum seinnapartin í gjár, tá fiskidagarnar vóru viðgjørdir. Tað var ikki semja í flokkunum, sum stóðu aftan fyri uppskotið.
Tað var tepur meiriluti fyri stórari skerjing av fiskidøgunum. Við 2. vigerð samtykti løgtingið uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at skerja fiskidagarnar við 20 prosentum.
Samtyktin var so tepur, sum tað ber til. 16 atkvøddu fyri, og 15 atkvøddu ímóti. Málið fer nú til 3. viðgerð, sum verður á tingfundinum mikudagin klokkan 11.00.
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal tingið í seinasta lagi 18. august áseta talið av fiskidøgum fyri fiskiárið, sum byrjar 1. september.
Soleiðis atkvøddu tinglimirnir í gjár:
JA: 16
1. Hergeir Nielsen, Tjóðveldi
2. Bergtóra Høgnadóttir, Tjóðveldi
3. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
4. Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi,
5. Høgni Hoydal, Tjóðveldi
6. Sjúrður Skaale
7. Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin
8. Edmund Joensen, Sambandsflokkurin
9. Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
10. Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin
11. Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin
12. Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
13. Hans Pauli Strøm, Javnaðarflokkurin
14. Tórbjørn Jacobsen, Tjóðveldi
15. Poul Michelsen, Framsókn
(Sambært listanum frá løgtingsskrivstovuni, so manglar navnið hjá Andrias Petersen úr Javnaðarflokkinum á listanum á teimum, sum atkvøddu ja. Men sambært skrivstovuni hjá Javnaðarflokkinunu, so hevur Andrias Petersen atkvøtt ja)
NEI: 15
1. Heini O. Heinesen, Tjóðveldi
2. Marjus Dam, Sambandsflokkurin
3. Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin
4. Alfred Olsen, Sambandsflokkurin
5. Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin
6. Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin
7. Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin
8. Annika Olsen, Fólkaflokkurin
9. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
10. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin
11. Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
12. Jenis av Rana, Miðflokkurin
13. Bill Justinussen, Miðflokkurin
14. Karsten Hansen, Miðflokkurin
15. Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin