Fiskidagarnir skerjast við jøvnum millumbili

?So hvørt sum fiskiflotin verður effektivari, eiga vit at minka fiskidagarnar eitt sindur, heldur Henrik Old, nývaldur formaður vinnunevndini

Fiskiskapur

?Talið á fiskidøgum eigur at verða dagført við jøvnum millumbili.
Tað heldur Henrik Old, sum nú er blivin formaður í vinnunevndini.
Sjálvur var hann heitur talsmaður fyri at seta fiskidagaskipanina í gildi ístaðin fyri kvotuskipanuna.
Og hann heldur, at sum heild virkar fiskidagaskipanin heilt væl.
Men hann er heldur ikki bangin fyri at ganga beint ímóti streyminum. Og hóast hann er fiskimaður av yrki, er hann heldur ikki bangin fyri at siga, at vit eiga at skerja fiskidagatalið av og á.
?Tað er ongin ivi um, at fiskiflotin verður effektivari og effektivari sum tíðin líður. Amboðini og útgerðina verða betri og betri og skipini sjálvi verða betri og betri og talið á skipum broytist.
?Sostatt økja vit alla tíðina um trýstið á fiskastovnarnar og tað var ikki meiningin við fiskidagaskipanini.
Tí heldur Henrik Old, at vit eiga at finna eina skipan, har fiskidagarnir verða reguleraðir, ella minkaðir við av og á, so hvørt sum flotin verður effektivari og effektivari.

Nevnd at kanna effektivitet
Hann heldur avgjørt, at tað er ein veikleiki við fiskidagaskipanini, at tað ikki finst ein slík skipan í henni, sum hevur til endamáls at kanna effektivitetin.
? Men skal hetta gerast, má tað sjálvsagt verða undir skipaðum viðurskiftum.
Hann sigur, at spurningurin um, hvussu effektivur flotin er, og, hvussu effektiviteturin er broyttir seinastu tíðina, verður mangan orð ímóti orði.
? Tí eiga vit at seta eina nevnd, við umboðum fyri allar partar, bæði vinnuna og fakliga serkunnleikan, sum ár um ár skal hava til arbeiðis at rokna út, hvussu effektiviteturin hjá fiskiflotanum er broyttur seinasta árið.
Er niðurstøðan, at effektiviteturin ikki er øktur, er heldur ongin orsøk at broyta nakað, sigur hann
-? Men er niðurstøðan hinvegin tann, at effektiviteturin er øktur, eiga vit at leggja upp fyri tí við at lækkafiskidagatalið eitt sindur, tí annars økist trýstið á fiskastovnarnar.
? Tað kundi kanska verið annaðhvørt, ella triðjahvørt ár, ella okkurt sovorðið, at fiskidagatalið varð skert fyri at leggja upp fyri øktum effektiviteti.
Tí heldur hann, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at seta eina slíka nevnd, sum skal hava til arbeiðis at rokna effektivitetin út.
Hann vísir á, at tað er lítið sum talar fyri, at fiskidagatalið verður broytt í ár.
? Verða so heldar ongar broytingar gjørdar næsta ár, verður tað kanska fjórða árið, at effektiviteturin í flotanum ikki hevur ført til at fiskidagatalið er dagført.
?Tað er sigur eisini, at tað er ólíka lættari og lagaligari fyri vinnuna at laga seg til, tá ið fiskidagatalið verður skert 1-2% við jøvnum millumbili, fyri at leggja upp fyri effektivitetshækkingum, heldur enn at noyðast at gera munandi skerjingar í einum høggi, tá ið fiskiskapurin brádliga fer í botn, tí tað kann gerast ein skelkur, sum vinnan ikki yvirlivir, sum tað hendi fyrst í nítiárunnum.
?Ein partur av eini slíkari skipan kundi eisini verið, flotin keypir okkurt skip í verra endanum og býta nakrar av fiskidøgunum javnt út á allar hinar.
Henrik Old heldur, at tað skuldi helst verið so, at allir bátarnir í einum bólki hava at kalla sama fiskidagatal og tí dámar honum onki tankan um at tað skal bera til hjá einstøkum skipum at keypa aðrar fyri at leggja fiskidagar inn undir seg.

Páska- og jólasteðg
Annars heldur Henrik Old, at vit eiga at umhugsa a leggja allan flotan nakrar dagar á páskum.
?Eg haldi, at vit eiga at seta ein páska og jólasteðg í gildi fyri fiskiflotan.
Hann sigur, at hetta hjava norðmenn havt í nøkur ár.
? Tað var eitt ramaskríggj, tá ið hetta varð sett í verk í Noregi, men nú hava teir vant seg víð tað.
Hann sigur, at orøkin til, at norðmenn gjørdu tað, var, at prísirnir eru so lágir á páskum.
?Tað sama uppliva vit á páskum og tað er hugaligari at gevast, tá ið prísurin er 20 krónur kilo, og so byrja aftur, tá ið prísurin er komin uppeftir aftur, heldur enn at lata prísin fella niður á 10 krónur og dragast við lágan prís í langa tíð.
? Vit brúka ov nógvar kreftir og ov nógvan fisk uppá at fáa prísin uppaftur. Tað hevði loyst seg betri at lagt flotan, áðrenn prísurin var fallin, heldur Henrik Old.
Á jólum liggur mest sum allur flotin frammanundan, men vit eiga at seta tað í verk politiskt, heldur hann.

Má ikki henda aftur
Tað skilst á honum, at tað eru ikki minst minnini frá fyrst í nítíarunum, sum ræða hann og tí mælir hann til varsemi.
?Tá fór fiskiskapurin í botn. Men tá var tað skotið okkum politikarum í skógvarnar at vit lurtaðu ikki eftir ávaringunum frá fiskifrøðingunum, sum ár um ár høvdu víst okkum á, at trýstið á stovnarnar var ov stórt.
?Ein slíka støðu eiga vit fyri alt í verðini ikki at koma í aftur. Men eg ivist heldur ikki í, at skuldi tað hent, at fiskiskapurin sveik aftur, sum hann gjørdi tá, verða tað vit politikarar, sum koma at standa við svartaperi.
?Tað eru summi sum halda, at vit eiga at fiska, tá ið fiskur er, og tað er sjálvsagt ein hugaligur hugsunarháttur.
Men hann vísir eisini á, at Fiskirannsóknarstovan metir, at tá ið viðurskiftini í sjónum ganga okkum ímóti, kunnu vit fáa góðan tann góða fiskiskapin at vara nøkur ár longri við skynsamum fiskiskapi, enn enn hann annars hevði ger við tí hugburðinum at ?fiska tá ið fiskur er?
?Er nakað um hetta sjónarmiðið, eiga vit at vera ómetaliga varin og ansa eftir, at trýstið á fiskistovnarnar ikki verður ov stórt fyri at forða fyri einum bakkasti sum tí, vit vóru fyri fyrst í nítiárunum.
?Vit fegnast øll um, at fiskiskapurin er góður og at prósurin er høgur. Men tað er ringt at hugsa seær, at vit fara at skerja í vánaligum tíðum, tá ið vit ikki gera tað í góðum tíðum, ta ið vinnan tolir tað betri, sigur Henrik Old at enda.