Næsta fiskiár verða fiskidagarnir skerdir 2%.
Tað er ætalnin hjá landsstýrinum, og tað stendur eisini í uppskotinum, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður legði fyri tingið ólavsøkudag.
Men harafturat verður skipanin gjørd um, so at fiskitíðin hereftir skal roknast út í tímum og ikki í heilum døgum, sum higartil.
Skipanin sum hevur verið, hevur ført til misnøgd í vinnuni, og ført hevur verið fram, at uppgerðarhátturin virkar forðandi, tá fiskiskapurin verður lagdur til rættis og tískil verður tað nú broytt.
Fer eitt fiskifar út klokkan 9 á morgni og verður aftur klokkan 11 dagin eftir, verður frameftir roknað við 26 tímum, har tað nú hevði talt sum tveir fiskidagar.
Tó verður ein túrur roknaður til minst 24 tímar ella ein fiskidag.
Ongin broyting verður gjørd í uppgerðini av fiskidøgum fyri fiskiførini í bólki 5, har hvør túrur telur ein fiskidag.
Broytingin fer at føra til hægri veiðitrýst. Fyri at forða fyri, at veiðitrýstið skal hækka av hesum, verður skotið upp, at fiskidagarnir hjá teimum ymsu bólkunum verða skerdir ímillum 4 og 11% afturat afturat teimum 2%, sum allir bólkarnir verða skerdir við.
Annars ætlar landsstýrið at umskipa bólkarnar soleiðis, at bólkur 3 verður línuskip yvir 110 tons. Bólkur 4 A verður útróðrarbátar ímillum 15 og 40 tons, bólkur 4 B verður útróðrarbátar yvir 40 tons, sum royna við línu. Síðani verða útróðrarbátar yvir 40 tons, sum trola, koyrdir í bólk fyri seg, sum skal eita bólkur 4 T. Bólkur 5 verður sostatt útróðrarbátarnir undir 15 tons og partrolararnir eru í bólki 2.
Samstundis verða fiskidagar fluttir ímillum bólkarnar fyri at leggja upp fyri hesum broytingunum.
Umframt hetta ætlar landsstýrismaðurin at gera ein kunngerð, sum ger, at útróðrarbátar, sum royna við egningarmaskinu, ikki kunnu royna á innaru leiðunum. Hesi fiskiførini koma tá undir eina líknandi skipan, sum útróðrarbátar yvir 90 tons.
Skal loysa seg at taka livur
Annars heldur landsstýrismaðurin, at tað er sera týdningarmikið, at alt tilfeingið, sum kann vera við til eina virðisøking, kemur til høldar.
Nú útlit eru fyri, at livur og innvølir annars kunnu gerast eitt týdningarmikið tilfeingi sum grundarlag undir hávirðisframleiðslum, er tað umráðandi, at føroysk skip og virki eru í fremstu røð frá byrjan.
Tí verður lagt upp til, at eitt ávíst dagatal fyri bólkarnar 2, 3 og 4 verður sett av, soleiðis at hesir dagar kunnu tillutast skipum, ið taka livur við til lands. Skotið verður upp, at latnir kunnu verða dagar svarandi til 3% av tillutaða fiskidagatalinum.
Ætlanin er eisini at skerja hjáveiðikvotuna hjá lemmatrolunum av toski og hýsu á innaru fiskidagaleið, skerjast. Í løtuni er hon 48 tons av toski og 48 tons av hýsu fyri hvørt hálvárið í fiskiárinum.
Hjáveiðan avmarkast
Somuleiðis er ætlanin at avmarka hjáveiðina hjá svartkjaftatrolarunum.
Seinastu árini hevur tíðum verið ført fram, at svartkjaftatrolararnir hava ov stóra hjáveiðu av botnfiski, serliga upsa. Royndirnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum prógva ikki henda pástandin, men eitt lágt hjáveiðiprosent kann kortini geva nógv tons av fiski, tí svartkjaftanøgdirnar eru sera stórar. Fiskimálaráðið fer í heyst at áseta neyvari reglur um svartkjaftafiskiskapin undir Føroyum m.a. soleiðis, at svartkjaftaskipum ikki verður loyvt at fiska, har sannlíki fyri hjáveiðu av botnfiski er størst.