Løgtingið er fyrrapartin farið undir at viðgera, hvussu nógvar fiskidagar flotin skal hava næsta fiskiár. Løgtingið hevur tvey uppskot í málinum. Annað er frá Jákupi Vestergaard, landsstýrismanni, sum skýtur upp at skerja fiskidagarnar fimm prosent.
Hitt uppskotið er frá Tjóðveldi, sum heldur seg til ráðgevingina hjá fiskifrøðini. Flokkurin mælir til, at fiskidagarnir hjá partrolarunum verða skerdir 20 prosent og 50 prosent hjá hinum pørtunum av flotanum.
Herumframt hevur Tjóðveldi uppskot um at leggja brúksskyldu á fiskidagarnar.









