Klokkan 10 í morgun fer løgtingið undir aðru viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Tað er Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur lagt uppskotið fram. Tvey tilmæli eru, annað frá Havstovuni og hitt frá Fiskidaganevndini. Fiskifrøðingarnir á Havstovuni mæla vanliga til skerjingar, sum Fiskidaganevndin ikki mælir til. Landsstýrismaðurin heldur seg enn sum áður til tilmælið frá Fiskidaganevndini.
Eftir fyrstu viðgerð hevur uppskotið verið til viðgerðar í vinnunevndini, sum hevur býtt seg í ein meiriuta og ein minniluta. Samgonguumboðini saman við Kára P. Højgaard, mæla til sama dagatal sum í fjør, meðan andstøðuumboðini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, mæla til at skejra fiskdagarnar við fimm prosentum.
Sambært ætlan tingsins kemur málið til triðju viðgerð fríggjadag, so lógin kann lýsast og koma í gildi beinanvegin. Nýggja fiskiárið byrjar 1. september.
Álitið frá vinnunevndinin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER










