Føroya Banki
Fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir nokk so fitt komandi kappingarár. Somuleiðis skal Bankin friðast í gytingartíðini.
Alfred Olsen, næstformaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, sigur, at samgongan er greið yvir, at trýstið á Føroya Banka er ov hart og at tað verður neyðugt at skerja fiskidagarnar.
Henrik Old, formaður í vinnunevndini, segi herfyri í Sosialinum, at Føroya Banki er so illa fyri, at tað rættast hevði verið at friða hann fullkomiliga eitt ár ella tvey.
Men hann var eisini greiður yvir, at hetta var at kalla ógjørligt at fáa eina politiska semju um.
Men í øllum førum mælti hann til at skerja fiskidagatalið munandi.
Fiskidaganevndin hevur mælt til at skerja dagatalið á Føroya Banka 10%, men tað helt Henrik Old munaði alt ov lítið.
Næstformaðurin í Føroya Banka ásannar eisini, at Føroya Banki verður ikki friðaður.
Fiskidagarnir skulu ásetast nú og sjálvsagt hevur samgongan tosað saman um, hvussu farast skal fram.
Alfred Olsen sigur, at talan verður um ein hampiliga stóran niðurskurð á Føroya Banka komandi fiskiár, sum byrjar 1. septemer.
Hann sigur, at niðurskurðurin fer at liggja um tey 10%, sum fiskidaganevndin hevur mælt til.
? Tað vænti eg, at politisk semja verður um, soleiðis sum landið liggur, sigur hann.
Hann sigur, at somuleiðis verður Føroya Banki friðaður einar 4-6 vikur í gýtingartíðini.
At friða Bankan í 4-6 vikur, er eisini ein skerjing, sum bøtir um støðuna.
Næstformaðurin í vinnunevndini sigur, at samgongan er greið yvir, at trýstið á Føroya Banka er alt ov hart í løtuni og at tað verður neyðugt at seta skerjingar í verk.
Annars sigur hann, at fiskidagarnir á landleiðini verða eisini skerdir eitt sindur.