Fiskidagarnar til viðgerðar í dag

Sjey mál eru á skránni, nú løgtingið í dag møtist til fund. Fundurin varð settur klokkan tíggju, og byrjað varð við málinum, ið helst fer at fylla mest í dag, nevniliga ásetingina av fiskidøgum.


Talan er um 2. viðgerð av málinum, og greitt er, at andstøðan og samgongan ikki eru samd, tí vinnunevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.


Umframt fiskidagarnar eru tvær aðrar 2. viðgerðir á skránni, ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fram. Talan er um eitt uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august og broytingar í Skattalógini viðvíkjandi FAS-skipanini.


Síðan eru fýra 1. viðgerðir á skránni, harav tvey mál eru uppskot, ið verða løgd fram umaftur, tí tey ikki vórðu samtykt, áðrenn síðsta tingsetan endaði, eitt er frá løgtingsformanninum, ið er eitt uppskot til eykajáttan til kanningarstjóri og síðsta er eitt uppskot frá Miðflokkinum um at leingja verandi fiskivinnuskipan við tveimum árum.