Løgtingið hevur ongan fund í komandi viku, men tað hava vinnunevndin og landsstýrismálanevndin.
Vinnunevndin hevur fingið málið um fiskidagar frá 1.september til 31.desember. Málið hevur fingið 1.viðgerð í tinginum ogvar beint í vinnunevndina. Grundin til at fiskidagarnir bert verða ásettir fyri tað, sum er eftir av hesum kalendaraárinum er, at lógin um vinnuligan fiskiskap fer úr gildi á nýggjárinum.
Landsstýrið hevur boðað frá, at kvotaskipanin ikki kemur í gildi næsta ár, so fiskidagar verða ásettir fyri 2018. Tað ber bara ikki til at gera tað fyrr enn ein nýggj lóg um vinnuligan fiskiskap er samtykt.
Vinnunevndin hevur kallað hesi á fund:
Kl. 9.15: Vága Útróðrarmannfelag
Kl. 9.45: Meginfelag Útróðramanna
Kl. 10.15: Felagið fyri Línuskip
Kl. 10.45: Felagið fyri Trolbátar
Kl. 11.45: Føroya Fiskimannafelag
Kl. 13.00: Fiskidaganevndin
Kl. 13.30: Føroya Reiðarafelag
Kl. 14.00: Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Kl. 14.30: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum saman við umboðum fyri VØRN og Havstovuni
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, er formaður í vinnunevndini.
Umframt vinnunevndina, sum hevur fund mánadagin, hevur eisini landsstýrismálanevndin fund týsdagin. Nevndin skal viðgera tríggjar kærur um Høgna Hoydal, landsstýrismann, og eina klagu um Henrik Old, landsstýrismann.










