Fiskidagarnir skuldu eftir ætlan til triðju viðgerð í løgtinginum í dag, men samgongutinglimir eru nú eftir øllum at døma í iva um, hvørt fiskidagarnir skulu skerjast enn meira ella ikki. Fundurin skuldi setast klokkan 09.30 í morgun, og tá skuldi triðja viðger av uppskotinum um fiskidagarnir eisini byrja.
Men fundurin bleiv í fyrstu atløgu útsettur til klokkan 11.30, men hetta var ikki nóg mikið av tíð hjá samgonguni til at semjast.
Nú er tingfundurin og triðja viðgerin útsett til klokkan 13.30, og løgtingsformaðurin Hergeir Nielsen greiddi frá, at broytingaruppskot vóru ávegis, og tískil var neyðugt at útseta fundin.
Við aðru viðger var ein lítil skerjing í fiskidøgunum samtykt, men sum skilst eru samgongulimir nú í iva um, hvørt fiskidagarnir heldur skulu skerjast við áleið 8 prosentum ella ikki.
Fólkaflokkurin hevur gjørt greitt, at uppskotið skal samtykkjast við triðju viðgerð sum tað nú fyriliggur, og eingin broyting í uppskotinum veðrur góðtikin.
Hetta er tí eitt kabinett mál fyri
Fólkaflokkin, eins og løgmaður hevur gjørt greitt, at solospæl frá samgongutinglimum ikki verður góðtikið.
Hóast hetta, so eru ávís tingfólk hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í samráð við andstøðuna um eitt broytingaruppskot, sum helst fer at skerja fiskidagarnir við áleið 8 prosentum.
Enn er ikki greitt hvørt broytingaruppskotið verður samtykt, men nógv bendir á, at ein alternativur meiriluti finst fyri at skerja fiskidagarnir enn meira, enn samgongan upprunaliga legði upp til.
Viðgerin byrjar í Løgtingum klokkan 13.30.