Fiskidagar endaliga samtyktir í morgin

Málið um fiskidagar fyri næsta fiskiár, sum byrjar hin 1. september í ár, var til 2. viðgerð á tingi í gjár.

Uppskotið hjá landsstýrismanninum, Jacobi Vestergaard, sum ber í sær, at fiskidagatalið næsta ár verður hitt sama sum í verandi fiskiári, varð samtykt við 21 atkvøðum fyri - og átta ímóti.

Saman við samgonguni, atkvøddu eisini umboðini hjá Javnaðarflokkinum fyri óbroyttum fiskidagatali.

Uppskotið hjá minnilutanum í vinnunevndini, Pálli á Reynatúgvu og Poul Michelsen, fall. Her vóru átta atkvøður fyri - og 21 ímóti.

Uppskotið um fiskidagar fær eina viðgerð á tingi aftrat, og hon verður í morgin.

Sambært atkvøðugreiðsluni á løgtingi í gjár er einki, sum bendir á, at uppskotið hjá landsstýrismanninum ikki verður samtykt við stórum meiriluta.