Fiskidagabankin virkar sera væl

Tað er Fiskiveiðieftirlitið, sum umsitir keyp/ sølu og leigu av fiskidøgum

Ráðstevna

 

Auðunn Konráðsson og Óli M. Lassen eru samdir um, at vit hava havt ein sera vælvirkandi fiskidagabanka.

- Fiskidagar eru seldir endaliga millum skip, og eisini hevur verið vanligt at leiga fiskidagar í einum fiskiári.

Teir vísa á, at tað eru marknaðarviðurskiftini, sum hava ásett prísirnar á fiskidøgum, eins og fiskaprísir og fiskiskapur hava stóra ávirkan á virðið av einum fiskidegi.

- Tað er Fiskiveiðieftirlitið, ið umsitir keyp/ sølu ella leigu av fiskidøgum.

Auðunn Konráðsson og Óli M. Lassen eru samdir um, at vinnan er væl nøgd við hesa skipan, eins og vinnan heldur, at Fiskiveiðieftirlitið hevur gjørt eitt sera gott arbeiði við síni umsiting av ”fiskidagabankanum”.