Fiskidagabanki veruleiki um eitt ár

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálumm, fer at brúka hetta næsta árið til at leggja lunnar undir ein fiskidagabanka, so at hann kann byrja at virka næsta summar

Um eitt ár hava vit fingið tann nógv umrødda fiskidagabankan.

Tað hevur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sett sær sum mál.

Hann sigur, at í løtuni situr ein nevnd og kannar, hvussu veiðitrýstið er í dag afturímóti tá ið fiskidagaskipanin varð sett í gildi.

- Endamálið við fiskidagaskipanini var, at hon skuldi vera sjálvregulerandi men nú skal so arbeiðið hjá hesi nevndini vísa, um tað veruliga er so, ella um veiðitrýstið í veruleikanum er økt.

Og tá ið fíggjarlógin fyri í ár er samtykt, fer hann at seta eina nevnd at gera tilmæli um broytingar í fiskidagaskipanina.

Ein partur av arbeiðnum hjá teirri nevndini verður at gera eitt ítøkiligt lógaruppskot um, hvussu ein fiskidagamarknaður kann gerast ein partur í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Og hansara mál er, at lógin skal verða sett í gildið næsta summar.

Men hann leggur dent á, at ætlanin er at byrja í smáum.

Í fyrstu atløgu er ætlanin bara at leggja øll tey veiðirættindini, sum ikki eru fevnd av lógini um vinnuligan fiskiskap, inn í fiskidagabankan.

Hetta eru tey rættindi, sum føroyinga eiga í fremmandum sjógvi.

Hinvegin ásannar hann, at fiskiloyvini kunnu ikki vera drigin inn fyrrenn í 2018 og fyrrenn tá ber ikki til at fáa fiskidagabankan at virka álvara.

- Vit fáa ikki ein effektivan fiskidagabanka, fyrrenn loyvini verða drigin inn í 2018 og tað er endamálið, hóast vit byrja í smáum næsta ár, sigur landsstýrismaðurin.

Annars hevur verið skotið upp at byrja longu í ár við at taka 1% - 2% av fiskidøgunum longu í næsta fiskiári, sum byrjar 1. september, og leggja teir inn í ein fiskidagabanka fyri at føla seg fram og vita, hvussu bankin virkar.

Men tað verður av ongum, sigur landsstýrismaðurin.

- Fiskidagabankin skal byggja á klettafast grundarlag,tí tað er avgerandi neyðugt, at vinnan altíð hevur tryggar karmar at virka undir og sostatt altíð veit, hvat hon hevur at halda seg til.

- Tí fara vit undir ongum umstøðum at seta nakað í verk í óðum verkum og sostatt fara vit heldur ikki at gera okkum inn á ta skipan, vit hava, leggur hann afturat.