Sami maður hevur sum løgmaður sitið málinum nærri enn nakar annar, og skuldu sjónarmið hansara tí viga serliga nógv. Lat okkum tí hyggja eftir, hvussu málið tók seg upp, meðan Edmund Joensen umsat málsøkið.
Løgmansrøðan 1995: ?Hóast nógvar fundir á embætismannastigi, serliga seinastu tvey árini og samrøður á ráðharrastigi, er langt partanna millum. Roynt verður at finna eina samráðingarloysn, so sleppast kann undan triðja parti, altjóða dómstólinum í Haag. Tað sum eftir er av 1995, fer væntandi at vísa, um tað fer at eyðnast.?
Løgmansrøðan 1996: ?Landgrunsmarkið millum Føroya og Bretlands er enn ein óloystur spurningur. Men áhugin fyri undirgrundini í sonevnda ?hvíta økinum? millum Føroya og Bretlands er vaksandi, og tískil tørvurin á at fáa skil á marknaspurninginum á hesum leiðum.?
Hóast vit halda okkum hava eina sterka sak, hava vit higartil roynt at sloppið undan einum tíðarkrevjandi rættarmáli,og heldur stevnt móti eini samráðingarloysn. Um tað fer at eydnast, fer helst at vísa seg áðrenn langt um líður.?
Løgmansrøðan 1997: ?Í samráðingunum við bretar um landdgrunsmarkið hevur enn ikki eyðnast at fáa semju í lag millum Føroya og Bretlands. Ikki er nógv hent í málinum síðan á ólavsøku í fjør. Eftir samráðingarfundin í London í mai 1996 gingu ikki færri enn 14 mánaðir, fyrrenn tað lá fyri hjá bretum at møta á nýggjum fundi.
Tíðin má nú vera búgvin til at fáa endaliga greiðu á, um tað er møguligt at fáa bretar at góðtaka eina semingsloysn, sum vit føroyingar kunnu meta sum rættvísa og rímiliga.?
Í áravís - ja, øll tey árini møguleikin var har - boðaði Edmund Joernsen soleiðis regluliga frá, at tíðin var komin til at fáa eina loysn á marknatrætuni við bretar.
?Tað sum eftir er av 1995, fer væntandi at vísa, um tað fer at eyðnast,? segði hann í 1995.
?Um tað fer at eydnast, fer helst at vísa seg áðrenn langt um líður,?segði hann í 1996.
?Tíðin má nú vera búgvin til at fáa endaliga greiðu á, um tað er møguligt at fáa bretar at góðtaka eina semingsloysn,? segði hann í 1997.
Nú vit skriva 1999, og føroyingar halda seg hava fingið eina rímiliga loysn, sigur sami maður, at vit hava slakað ov tíðliga, og at vit hava handlað skeivt og í panikki, og so leggur hann afturat, at hann sjálvur hevði fingið 96% av økinum í lastina.
Víðari sigur hann, at vit hava bert fingið tey seinastu 4% innanborða, og at tað er alt ov lítið.
Taka vit Edmund Joensen í álvara, so fáa vit 96% + 4% til 100%. Hava vit tá ikki fingið alt tað, sum Edmund Joensen setti nøsini upp eftir, spyrja vit so?
Ella heldur Edmund Joensen okkum aðrar vera so óførar, at vit skuldu havt nápað meiri enn 100% frá bretum?
Samráðingarúrsltið er íkomið eftir óformligar fundir millum samráðingarleiðararnar. Vit hava regluliga viðgjørt málið í uttanlandsnevndini, og vit mæla til at taka undir við tí. Sera undranarvert er, at sambandsflokkurin eisini mælir til at taka undir við málinum.
Flokkurin førir fram, at vit høvdu fingið meiri burturúr, um málið varð lagt fram á hægsta politiska stigi, men tekur ikki seg sjálvan so mikið í álvara, at hann setur fram uppskot samsvarandi hesum?
Týðiligt er, at sambandsflokkurin er komin í rasshaft av at føra seg fram í hesum máli, og at ellibitin, hann nú hevur í hálsinum, er ein endin á einari óneyðugari fløkju, sum sambandsflokkurin er skuldsettur fyri at eiga bróðurpartin av.
Hergeir Nielsen