Fiskaarbeiði
Í síðstu viku skipaði Ráfiskakeyparafelagið fyri fundi í Vinnuhúsinum, har frágreiðingin hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning, "Arbeiðsmegin á føroysku fiskavirkjunum í framtíðini", varð løgd fram.
Tað eru teir báðir, Dennis Holm og Bogi Mortensen, sum hava gjørt kanningina og hava skrivað frágreiðingina.
Á fundinum í Vinnuhúsinum legði Dennis Holm, granskari, fram niðurstøðurnar í hesi frágreiðing.
Bakgrund
- Eins og í vesturheiminum annars, eru seinastu árini farnar fram stórar broytingar í Føroyum. Hesar broytingar síggjast eisini aftur í føroysku hagtølunum, sum viðvíkja arbeiðsmarknaðinum.
Í framløguni segði Dennis, at eitt skifti er farið fram, har alsamt fleiri fólk arbeiða innan almenna umsiting og almennar tænastur, samstundis sum færri og færri arbeiða í framleiðsluvinnuni.
Hann vísti á eitt býti av løntakarum frá árinum 1990, býtt í høvuðsbólkarnar, 1) bygging, handil, flutningur v.m. (36,0%), 2) framleiðsluvinnur (33,4%) og 3) almennar tænastur (30,6%).
15 ár seinni – ella í 2005 - er lutfalsliga býtið av løntakarum broytt, soleiðis at talið av fólki í framleiðsluvinnuni nú er minkað úr 33,4% niður í 27,0%, samstundis sum størsti einstaki bólkurin er almennar tænastur (37,1%).
Býtið í 2005 er annars hetta: 1) almennar tænastur (37,1%), bygging, handil, flutningur v.m. (35,9%) og framleiðsluvinnur (27,0%).
Í 1990 vóru tilsamans 23.774 løntakarar í Føroyum – og í 2005 var talið 24.541.
Ung í útbúgving
Í framløguni segði Dennis Holm, at talið av ungum, sum nema sær útbúgving, er vaksið munandi seinastu árini. Fleiri og fleiri fara á miðnámsskúla – og eftir hetta undir aðra førleikagevandi útbúgving.- Eitt av endamálunum við Visjón 2015 er eisini at hækka útbúgvingarstøðið í Føroyum.
Granskarin reisti tí spurningin, um hetta fer at fáa ávirkan á møguleikarnar hjá fiskavirkjum at fáa føroyingar at arbeiða í fiski.
- Kanningin hjá okkum er gjørd á 16 flaka-og fiskavirkjum kring landið. Tilsamans 708 fólk svaraðu spurnarbløðunum. Mett verður, at eini 1500-2000 fólk arbeiða á teimum traditionellu flaka-og fiskavirkjunum, og soleiðis hava umleið 40% av arbeiðsfólkunum luttikið í kanningini. 708 svaraði spurnarbløð er eitt sterkt grundarlag, halda Dennis Holm og Bogi Mortensen.
Høgur miðalaldur
Um kynsbýtið á fiskavirkjum og innan fiskavøruídnað í juni 2006, sigur spurnarblaðskanningin, at 65% eru kvinnur og 35% menn. Tøl hjá Hagstovu Føroya siga hinvegin, at 57% eru kvinnur og 43% menn.
Í kanningini er eisini spurt um aldursbýti, og her vísir tað seg, at miðalaldurin er eini 39 ár. Um tey, sum eru yngri enn 20 ár, verða tikin burtur úr, er miðalaldurin eini 43 ár.
86% av teimum spurdu arbeiða á virkjunum sum arbeiðskvinna ella arbeiðsmaður, 6% sum leiðarar ella millumleiðarar og 8% sum annað.
89% hava gingið í fólkaskúla (7 ár), 58% í fólka-og framhaldsskúla (9-10 ár), 18% í miðnámsskúla, 6% hava handverksliga útbúgving, 6% hava millumlanga hægri útbúgving, 1% langa hægri útbúgving og 9% hava annað.
Ymiskt áramál
Í kanningini vórðu fólk eisini spurd, hvussu drúgvar royndir tey hava á fiskavirki, og her vístu úrslitini, at fleiri enn 80% hava arbeitt á fiskavirki í fleiri enn 2 ár, 60% í 6 ár ella longri og sløk 40% í fleiri enn 10 ár.
At enda kann nevnast, at 5% av arbeiðsfólkunum hava arbeitt í fiski longri enn 25 ár, og 5% hava eisini verið á sama fiskavirki longri enn 25 ár.
Men kanningin vísir eisini, at fólk sum heild arbeiða leingi á sama fiskavirki.
43% hava nevniliga arbeitt á sama virki longri enn 5 ár, og 19% hava verið millum 6 og 10 ár.
Og tó; 27% av arbeiðsfólkinum hava verið á sama virki í stytri enn 2 ár.
Annað arbeiði
Tølini í kanningini vísa eisini – kanska eitt sindur óvæntað, at heili 77% siga, at tey trívast heilt væl og væl á fiskavirkinum, meðan bert heilt fá siga, at tey trívast illa og heilt illa.
Tað eru nevniliga 2% sum siga seg trívast illa og 1% sum siga, at tey trívast heilt illa.
Hóast tølini vísa, at fólk sum heild trívast væl á fiskavirkjunum, halda kortini eini 600-800 fiskafólk, at tey kundu hugsað sær annað arbeiði, um hetta stóð teimum í boði. Hetta er eini 39% av samlaða talinum, sum liggur um eini 1500-2000 fólk. Vert er eisini at leggja til merkis, at í kanningini siga 35%, at tey vita ikki, um tey høvdu tikið av einum øðrum arbeiðstilboði – og 24% siga nei.
Kanningin vísir, at tað serliga eru tey ungu millum 20 og 29 ár og ung, sum eru 20 ár og yngri, sum kundu hugsað sær annað arbeiði.
Av teimum, sum eru yngri enn 20 ár, siga 50%, at tey høvdu tikið av øðrum arbeiðstilboði, og 54% av teimum, sum eru millum 20 og 29 ár, siga tað sama.
Eldru støðast
Longur uppi í aldursbólkunum eru fólk ikki so avgjørd um onnur arbeiðstilboð.
Millum fólk, sum eru í aldrinum 50-59 ár, siga 35,8%, at tey høvdu ikki tikið av øðrum arbeiðstilboði, 27,4% siga, at tey høvdu – og tey seinastu 36,8% siga seg ikki vita.
Tey, sum eru 60 ár og eldri, eru uppaftur meira avgjørd um, at tey ynskja at vera verandi í fiskiídnaðinum; 59,3% siga, at tey høvdu ikki tikið av, 20,9% siga seg ikki vita – og 19,8% siga, at tey høvdu tikið av øðrum arbeiðstilboði, um hetta stóð teimum í boði.
Í kanningini vórðu fólk eisini spurd, um tey vænta at arbeiða í fiskavirkisvinnuni um 5 ár.
Samanlagt siga 31% ja, 33% nei – og 38% siga, at tey vita ikki.
Taka vit tey ungu burtur úr, er eingin ivi. Tey ætla sær ikki at vera verandi í fiskavirkisvinnuni um 5 ár.
79,4% av teimum, sum eru 20 ár og yngri, siga, at tey vera ikki í fiskavirkisvinnuni um 5 ár. Bert 2% siga, at tey vænta at vera verandi – eisini um 5 ár. Í aldursbólkinum 20-29 ár eru tølini eisini rættiliga greið; har siga 49,3%, at tey ikki ætla sær at vera í fiskavirkisvinnuni um 5 ár, meðan 13% vænta at vera verandi.
Tann størsti bólkurin, sum væntar at vera verandi í fiski um 5 ár, eru tey, sum eru millum 50 og 59 ár; har siga 61,3% ja og 7,2% nei.
Ikki í fisk
Ein annar áhugaverdur spurningur, sum Granskingardepilin fyri Økismenning setti sær fyri at kanna er, um arbeiðsfólk í fiskavirkisvinnuni ynskja, at teirra børn skulu arbeiða í hesi vinnu.
Og tað gera tey ikki.
Her svaraðu bert 7% ja, 62% nei – og 18%, at tey vita ikki.