Fyri einum ári síðani setti nevndin í Framtaksgrunninum ein arbeiðsbólk, sum hevði til uppgávu at gera tilfar, ið kundi nýtast sum grundarlag til at arbeiða víðari við fyrireikan av sølu av Føroya Fiskavirking. Arbeiðsbólkurin er komin á mál við sínum arbeiði, og nevndin í Framtaksgrunninum hevur eisini viðgjørt málið.
Arbeiða víðari við at betra sølumøguleikarnar
Í einum tilmæli til nevndina í Framtaksgrunninum mælir arbeiðsbólkurin til, at arbeitt verður framhaldandi við at gera tilllagingar á teimum einstøku virkjunum kring landið við tí endamálið at betra um sølumøguleikarnar. Hesum tilmæli hevur Framtaksgrunnurin tikið undir við, og grunnurin ætlar sær heldur ikki at gera nakað ítøkiligt søluarbeiði, meðan hesar tillagingar verða gjørdar.
Tó ger Framtaksgrunnurin greitt, at øll partbrøv, sum Framtaksgrunnurin eigur, sum meginregla altíð eru til sølu, og tí er Føroya Fiskavirking eisini til sølu, um nakað áhugavert boð verður lagt á borðið, sigur grunnurin í einum tíðindaskrivi. Framtaksgrunnur Føroya hevur havt fyrispurningar frá keyparum um Føroya Fiskavirking, men enn er hetta ikki endað við nøkrum ítøkiligum samráðingum.