Fiskavirking kallar til tíðindafund

Leiðslan í Fiskavirking hevur boðað til tíðindafund klokkan 14. Sum skilst verður eitt av virkjunum hjá Fiskavirking stongt. Rás2 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum. Boðini eru sera stutt: Faroe Seafood bjóðar til tíðindafund í dag klokkan 1400 á høvuðsdeildini hjá samtakinum á Vestara Bryggju í Havn. Í innbjóðingini verður einki sagt um orsøkina til at Fiskavirking bjóðar til tíðindafund.

Rás2 veit frá keldum, at boðini frá leiðsluni vera, at eitt av virkjunum hjá Faroe Seafood verður stongt.

Tað eru seks vikur síðani at øll nevndin í Fiskavirking varð skift út.

Rás2 sendir beinleiðis frá klokkan 14.